Seinnu árini hevur verið dúgliga tosað um at rudda føroyskan politikk fyri tær størstu ónollurnar, so sum vina- og kenningapolitikk og lokal áhugamál í yvirdrivið mát. Men ikki sær út til, at hetta hevur eydnast, hóast stórar útskiftingar eru farnar fram á politiska pallinum.
Besta dømi um tað hevur verið løgtingsins viðgerð av fíggjarlógini, har nógv tíð er farin við tí eina evninum, Tórsvølli. Men kortini eru tað bert fáir av tingmonnunum, ið tykjast hava skilt hetta mál rætt, og felags fyri nógvar av hinum hevur verið, at teir hava vavt alt møguligt annað upp í Tórsvøll.
Tey løgnastu lokalmálini eru saman við komandi pensiónslóggávu og øllum møguligum øðrum vavd saman við Tórsvølli, sum var júst hetta mál størsta forðingin fyri, at Føroyar kunnu yvirliva enn eitt fíggjarár.
Summir av tingmonnunum hava tosað móti betri vitan, meðan aðrir bert ikki hava vitað, hvat teir hava tosað um. Tað kann gera tað sama, hvør ger hvat, tí bæði eru eins skeiv.
Tvørturímóti er Tórsvøllur ein íløga, sum skal geva føroyska samfelagnum møguleikan at sleppa upp í part, tá inntøkur kunnu fáast henda vegin. Hetta eru inntøkur, ið bert koma hendavegin, eiga vit eitt gott og tíðarhóskandi landsstadion, og uttan eitt slíkt stadion síggja vit ongantíð eina krónu av hesum inntøkum.
Eitt landsstadion krevst
Eisini vita vit, at tað er meðan jarnið er heitt, at smíðast skal, og soleiðis er tað eisini í ítróttarheiminum. Ikki minst, tá talan er um at fíggja ítrótt og ítróttarligt virksemi, áttu tingmenn at verið teir fyrstu at vita, hvussu torførar umstøðurnar hjá føroyskum ítrótti eru.
Tað er eingin loyna, at neyðugt er við tveimum altjóða góðkendum grasvøllum í Føroyum, skulu vit sleppa at vera vertir fyri altjóða kappingum. Sum er hava vit bert tann eina, og uttan ein aftrat sleppa vit ikki víðari.
Nevnast kann í hesum sambandi, at í fótbólti kunnu vit ikki hýsa ella skipa fyri kappingum hjá ungdómslandsliðunum, so leingi bert ein grasvøllur er, eins og vit uttan eitt fulldugandi landsstadion ongan livandi møguleika hava fyri at gerast vertir fyri Oyggjaleikunum í 2005.
Longu nú hava vit sæð, hvørjar fíggjarligar møguleikar tað hevur fyri føroyskan ítrótt, um umstøðurnar eru á einari leið. Serliga hevur fótbólturin gingið undan, hóast ein menning longur fram á leiðini valla letur seg gera, verða umstøðurnar ikki eina ferð fyri allar gjørdar so góðar, sum kravið er alla aðrastaðni eisini.
Meðan hóast væl og virðiliga skjalprógvaðu sannroyndirnar omanfyri, ganga tingmenn fram á rað móti løgtingsins røðarapalli, har teir kappast dúgliga um at siga fólki tey ósannindi, at allir aðrir trupulleikar í Føroyum kunnu loysast lættliga, bert vit ikki fáa Tórsvøll. Samstundis hava teir hvør í sínum lagi ein langan ynskilista við lokalum áhugamálum, teir vilja hava framd í verki fyri »allar milliónirnar til Tórsvøll«.
Hesir tingmann fara allir sum ein skeivir. Teir hava ikki lisið uppá, og tí verður úrslitið eisini hareftir, tá teir fara at úttala seg um tøl í fíggjarlógini, sum teir einki vita um.
Nógvan pening til tað almenna
Tað kostar sjálvandi ikki einki at byggja Tórsvøll, men tað ber so sanniliga heldur ikki til at siga, at Tórsvøllur gjøgnum fíggjarlógina leggur eina slangu niður í landskassan.
Stuðulin til Tórsvøll, sum nevndur verður í fíggjarlógini, snýr seg um 30% av samlaða kostnaðinum av Tórsvølli, sum er upp á 26,5 mió. krónur. Hesi 30% svara til 7,95 mió. krónur, sum landsstýrið mælir til at lata yvir trý ár, so Tórsvøllur fær 2,95 mió. krónur árini 1998, 1999 og 2000.
Men peningurin ferðast ikki bert ein veg, tí afturfyri henda stuðul kann Tórsvøllur - bara í sjálvari byggitíðini, sum er minni enn trý ár - garantera tí almenna ikki færri enn 10,2 mió. krónur í inntøkum. Fyrst er talan um 5,2 mió. krónur í MVG og 2,6 mió. krónur í landsskatti, so landskassin fær sín part beinleiðis 7,8 mió. krónur. Aftrat hesum gevur Tórsvøllur í kommunuskatti 2,4 mió. krónur av sær, sum aftur at teimum 7,8 mió. krónunum til landskassan altso geva tí almenna 10,2 mió. krónur.
Verður stuðul landskassans á fíggjarlógini upp á 7,95 mió. krónur tikin av hesi upphædd, er talan um ein reinan vinning hjá landskassanum upp á 2,25 mió. krónur - framvegis bara sjálvari byggitíðini. Um Tórsvøllur ongantíð verður gjørdur, fær tað almenna ongantíð hesar inntøkur.
Umframt hesi omanfyri nevndu turru tøl, kemur Tórsvøllur eisini at hava onnur positiv árin á samfelagið. Arbeiðið at gera vøllin gevur mongum arbeiði, so samlaðu lønarinntøkurnar og annar kostnaður í sambandi við byggingina kastar av sær til sekunderu vinnuna sum heild.
Tær lønir, sum fara at verða goldnar í sambandið við Tórsvøll, svara til umleið 60 ársverk, meðan arbeiðið er í gerð. Hetta hevur so sjálvandi eisini við sær samstundis tað árin, at útreiðslurnar hjá ALS verða lægri.
Tí er tað heilt ófatiligt, at løgtingsmenn í fullum álvara koma fram við, at Tórsvøllur skal kosta samfelagnum so øgiliga nógv, og at hesin vøllur forðar fyri so nógvari aðrar menning. Høvdu teir dugað síni ting, áðrenn teir bóðu um orðið í løgtinginum, hevði tað mesta ongantíð verið sagt, sum hevur verið at hoyrt í sambandi við Tórsvøll á fíggjarlógini.
Nógvar síðuvinningar
Tórsvøllur hevur nevniliga so nógvar síðuvinningar, sum koma øllum samfelagnum til góðar í síðsta enda. Eitt tað besta dømið er ferðavinnan, sum longu frammanundan sær stórar møguleikar í tí sannroynd, at ítróttur er besta reklama, Føroyar kunnu fáa nakrastaðni. Og hetta er enntá alt samalt ókeypis reklama.
Triðjahvørt ferðafólk, sum kemur til Føroya, kemur higar í ítróttarørindum, og Tórsvøllur kann bert økja um henda ferðafólkaflutning. Somuleiðis kemur Tórsvøllur at hava við sær vøkstur og økingar fyri Atlantsflog, Norrønu, gistingarhús, matstovur, handlar og onnur vinnurekandi, umframt ferðaavgjald til landskassan.
Ikki mugu heldur gloymast tær inntøkur, føroyskur ítróttur kann fáa av Tórsvølli. Møguleikarnir hjá eitt nú FSF og lokalu feløgunum at vera við á hægsta stigi økjast í stórum, tá Tórsvøllur er veruleiki, og harvið økjast eisini inntøkumøguleikarnir. Aftrat øllum hesum koma so eisini sjónvarps- og stuðulsinntøkur av ymsum slag.
At geva ítróttinum ein verdugan karm mátti verið ein heiður hjá okkara høga tingi, tí einki hevur sum ítróttur gjørt Føroyar kendar. Og ikki kendar fyri kreppur, skuld ella annað, men kendar fyri tað góða, so væl sum okkara ítróttarfólk ferð eftir ferð hava umboðað okkum.
Framtíðaríløga
Fleiri av tykkum, sum sita á tingi, eru ítróttarfólk ella fyrrverandi ítróttarfólk, umframt at tey flestu tykkara eiga børn, ommu- ella abbabørn, sum íðka ítrótt og kanska einaferð skulu vera við í fremstu røð.
Hjá tykkum átti tað er við serliga lætt at skilt og sæð, at Tórsvøllur er ein framtíðaríløga, ið kanska røkkur 50 ár fram í tíðina, so ungdóminum øll hesi komandi ár verða skaptar bestu umstøður.
Eisini mátti tað verið áhugavert hjá tykkum, bæði kvinnum og monnum á tingi, at verið við til at víst umheiminum eina góða síðu av landi okkara: Nevniliga, at her býr eitt raskt og virkið fólk, sum ikki smæðist burtur, hóast kapping er við stórar tjóðir.
Vónandi kunnu hesar reglur sannføra tingmenn okkara um, at Tórsvøllur ikki er nøkur forðing fyri menning í Føroyum, men beint øvugt er ein íløga í framtíð og ungdóm, samstundis sum Tórsvøllur longu í byggitíðini kastar meira av sær til landskassan, enn tær 7,95 mió. krónurnar, nevndar eru á fíggjarlógini.
Tað kann ikki bera til, at tingmenn ikki skulu duga at síggja virðið í einari íløgu, sum longu frá fyrstu løtu er við til at geva yvirskot og kærkomnar krónur í landskassan. Tí eigur Tórsvøllur at fáa nevnda stuðul frá tí almenna, sum uttan Tórsvøll kann gloyma alt um nógvar milliónir, ið annars vildu gjørt tað lættari at stjórnað hesum landi.
Heðin Mortensen
stigtakari til Tórsvøll