Hví skulu vit melda okkum inn í alheims samfelagið?

Amatøroyar plaga at skemta við hvussu vit ganga runt í inniskóm á Oyrasundi og damla í okkara egna dunnuhyli. Vit flenna hjartaliga, men vit vita samstundis, at vit mugu hyggja út um bøgarðarnar.

 

 

 

Vit liva av útflutningi frá okkara sera dugnaligu vinnu. Útflutningur og innflutningur mugu yvir tíð javnviga.

 

Vit hava granskingarsamstørv tvørturum landamørk. Vit kunnu lesa og arbeiða í øðrum londum. Vit eru við nógva staðni á politiska pallinum og í ST og í Norðurlandaráðnum, tó við skerdari umboðan, soleiðis sum okkara støða í heiminum nú einaferð enn er skipað.

 

 

 

Okkara egni umhvørvis- og vinnumálaráðharri setti tiltakið “Co-existence with nature - Nature-based solutions for climate and biodiversity crises” á COP27 í Egyptalandi í november 2022. So vit eru við, har ið málini verða sett.

 

 

 

Mestsum øll lond hava bundið seg til París avtaluna. Høvuðsendamálið er, at øll heimsins lond, øll mannaættin, standa saman um at minka CO2 útlátið. Hetta soleiðis, at vit ikki stinga høvdið í sandin, men heldur at vit fyrihalda okkum til, at vit ynskja framburð og høgt livistøði – og at vit skulu finna burðardyggar loysnir fyri at røkka hesum. Samstundis er ein risafjøld av fólki, sum verður flutt upp í meðalklassan um allan heim. Tey ynskja sær eisini eina vaskimaskinu og aðrar hentleikar og vit skulu unna teimum hetta.

 

 

 

Líkamikið hvussu vit venda og snara okkum, so kemur stórur partur av CO2 útlátinum frá okkum sjálvum, okkum í vesturheiminum. Tí mugu vit vera tey, sum ganga á odda fyri at finna tær góðu loysnirnar, sum kunnu gagna okkum øllum.

 

 

 

Hans Rosling, sáli, gjørdi fleiri góðar youtube-sendingar um hvussu verðin er, og hvussu vit skulu raðfesta fyri at koma á mál – vegna alheimin.

 

 

 

Verðin verður alsamt eitt betri stað, hóast tað í løtuni eru daprar tíðir – nú tá ið tað aftur er kríggj í Europa. Kortini hevur tað støðugt í fleiri áratíggir gingið hin rætta vegin. Tað eru alsamt færri, sum liva á hungursmarkinum. Yvir 90% av øllum børnum vera koppsett. Næstan øll børn ganga í skúla.

 

 

 

Yvirhøvur – duga vit at gera meir við minni. Vinnan gongur ofta á odda í nýskapan, og hevur hetta eitt virði fyri botnlinjuna og framtíðina hjá okkum øllum.

 

 

 

Tá vit arbeiða eftir París avtaluni, boða vit heiminum frá, at vit vilja gera okkara fyri eina betri framtíð. Vit seta okkum mál og vit fylgja við, um vit røkka hesum málum. Vit tillaga, tá vit ikki eru á rættari leið.

 

 

 

Vit seta kósina fyri framtíðina. Á hendan hátt gera vit okkara, fyri okkum sjálvi og fyri alheimin.  

 

 

 

Saman við Tjóðveldi ynski eg arbeiða fyri, at vit eru viðspælarar í eini betri framtíð fyri øll.

 

 

 

Set X við E – Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, valevnið hjá Tjóðveldi til Løgtingsvalið 2022