Hví stillar TJóðveldisflokkurin upp til fólkatingsvalið?

Formaðurin í tingbólki Tjóðveldisfloksins ivast í, um flokkurin skal stilla upp til fólkatingsvalið, tí tað er so lítið høpi í at velja fólk á fólkating

Við hesum sjónarmiði heldur Tjóðveldisflokkurin sínar veljarar fyri gjøldur, um hann stillar upp til Fólkatingsvalið.

Formaðurin sigur, at landsins lógir mugu haldast, sjálvsagt, men tað stendur ongastaðni, at flokkar eru noyddir at stilla upp til fólkatingsval. Hevur Tjóðveldisflokkurin ikki eina stevnuskrá, sum er so greið, at teir vita, um teir skulu stilla upp til fólkatingsvalið ella ikki?

Sum ikki einaferð roynir Tjóðveldisflokkurin at blása og hava mjøl í munninum samstundis. Tí heimastýrislógin gevur okkum føroyingum rætt til at stilla upp til Fólkatingsvalið, Tjóðveldisflokkurin góðtekur ikki heimastýrislógina, men stillar kortini upp til fólkatingsval, hvar er logikkurin?

Spurningurin er so, hví stillar Tjóðveldisflokkurin upp til Fólkatingsvalið. Tá ið Tjóðveldisflokkurin metir, at tað er meiningsleyst at stilla upp til Fólkatingsval, kann tað bert vera av fíggjarligum ávum, at teir stilla upp. Eftir seinasta Fólkatingsval kundi Tjóðveldisflokkurin móttaka gott kr. 35.000,- um árið frá danska skattaborgaranum til politiskt virksemi.

Tjóðveldisflokkurin vil so gjarna leggja størri fíggjarligar byrðar á tann føroyska skattgjaldaran við sínum yvirtøkum, teir vilja kappa á stokkinum helst einki hava við danskarar at gera, men á ið tað kemur til krónur og oyrir, so skal danski palliba gjalda.


Finnleif Guttesen,

Tvøroyri