Hvønn arv ætla vit at geva okkara eftirkomarum?

Tá vit hugsa um, hvussu okkara ættarlið kom meir ella minni til skorin klæði, orsakað av at tey, ið fóru undan okkum, høvdu lagt eitt grundarlag til okkum at byggja á, ið var so trygt, so kemur spurningurin til okkum, hvat grundarlag geva vit okkara eftirkomarum at byggja á?

Vit kunnu fara út og gera allar tær avtalur, vit vilja við danir, men um ikki grundlógin verður broytt, ella vit fáa eina grundlóg fyri Føroyar, so eru allar tær avtalur, vit fáa, bert delegatiónir og onki annað. Um lógargrundarlagið ikki er í lagi, so hava vit onki.

Tá vit hugsa um okkara samfelag í dag, so hava vit eitt væl útbygt samfelag, men vit hava eisini eina órímiliga uttanlandsskuld, og skal hon gjaldast aftur.

Nógv hevur verið tosað um undirgrundina og tað ríkidømi, ið har er. Er veruleikin tann, at olja er í undirgrundini, so eigur enn størri dentur at verða lagdur á, at vit fáa eina avtalu við Danmark, har yvirtøkan av undirgrundini ikki er ein delegatión, men at vit føroyingar eiga hetta land, og tað ríkidømi, ið her er.

Skylda vit ikki okkara eftirkomarum at tryggja teimum hesi viðurskifti? Ella skal tað einasta, tey ein dag fáa í arv frá okkum, vera ein órímilig uttanlandsskuld?


Ása Djurhuus