Hvør er tað, ið er ósakligur? – Svar til Sjúrð Skaale

Eg sendi í farnu viku Sosialinum og Dimmu eitt lesarabræv um Gasa. Har er skrivað ymiskt í kjalarvørrinum á lesarabrævinum.

lesarar eru samdir við mær, meðan aðrir viðmerkjarar finnast at ymsum í mínum brævi, og tað er sjálvandi í lagi. So hevur tað elvt til kjak, um ikki annað. Onkur atfinning er eisini heilt røtt, og tað fari eg at koma til móti endanum.

 

Ein viðmerkjari heldur, at eg ikki nýti góðar keldur. Viðkomandi nevnir tó ikki, hvørjar tær vánaligu keldurnar, eg nýti, eru, ella hvørjar góðar keldur eftir øllum at døma mótprógva mínar greiningar. Men lat tað fara. Eg fari at lýsa keldurnar hjá mær, eina fyri og aðra eftir, kortini.

 

Í lesarabrævinum í farnu viku skrivaði eg í fleiri førum keldurnar við navni, dagfesting og hvørjum tíðarriti ella filmi, viðkomandi bar sítt sjónarmið fram. Men tað tykist ikki, sum tað hevur gjørt so stóran mun. Ein, ið hevur viðmerkt við einum drúgvum sjónbandi, Sjúrður Skaale, dregur ymiskt fram, ið hann heldur vera heilt burturvið. Sjónbandið hjá Sjúrði varð lagt út leygardagin 5. apríl sum "Aftursvar til Kára Sverrisson" við undiryvirskriftini "Tín psykopatiski, rasistiski barnamordarastuðul!" Undir hesari yvirskriftini skrivar hann, at eg eri farin upp í kórið, sum leggur Ísrael undir at ofra sítt egna fólk fyri at fáa eina undanførslu fyri at drepa palestinar. Tann, ið ikki hevur lisið mítt lesarabræv, fær helst varhugan av, at yvirskriftin er ein endurgeving av onkrum, eg skrivi. Men nei, eg havi ikki kallað Sjúrð "Tín psykopatiski, rasistiski barnamordarastuðul!" 

 

Sjúrður er orðsnillingur og prátar uttan handrit, uttan at vísa til keldur og uttan veruliga at fyrihalda seg til keldurnar, eg endurgevi. Hann nýtir fleiri ferðir eitt retoriskt snildi, ella rættari ein argumentatiónsfeil, ið eitur strámansargument. Hann heldur seg ikki til tað, eg skrivi, men leggur meg undir at hava ymisk motivir og ymiskar meiningar, og fer so at leypa á hesar meiningarnar ella henda sonevnda strámannin. Rættiliga populistiskt, eftir mínum tykki. Fyribrigdið Guilt by Association ella argumentum ad odium gjøgnumsúrgar somuleiðis sjónbandið. Eg verði settur í samband við ein illa lýddan bólk av fólki - sovorðin, sum skriva dulnevnd hatursbrøv -, soleiðis at míni argument ikki skulu verða tikin í álvara. Hugskotið er, at eg eri "sekur" við at tykjast líkur hesum fólkunum, ella tí at eg verði assosieraður við tey. Eg eri farin upp í kórið.

 

Sjúrður øtast eitt nú um, at eg kann finna upp á at endurgeva onkran, ið longu fimm dagar aftaná at hevnisøkan hjá Ísrael fyri álopið 7. oktober byrjaði, kann skýra hernaðarátakið eitt fólkamorð: "Minni enn eina viku aftaná! Áðrenn ísraelska svarið yvirhøvur var sett í gongd ordiliga, tá var tað fólkamorð?", sigur hann í sjónbandinum. Hann rør framundir, at tað er óseriøst at bera slíkt fram, men nevnir ikki, at tann, ið skrivar, Raz Segal, er ísraelskur søgufrøðingar og ph.d. í fólkamorði - tvs. ein, ið, um nakar, skuldi vitað, hvat hann skrivar um. Raz Segal undirvísir á universiteti í New Jersey í USA, og greinin varð almannakunngjørd í jødiska online-tíðarritinum Jewish Currents 13. oktober 2023. Eg las hana, tá ið hon kom út, og hon er enn til skjals har. Greinin eitur "A Textbook Case of Genocide. Israel has been explicit about what it’s carrying out in Gaza. Why isn’t the world listening?" Tvs., at "átakið í Gasa er ein lærubókahending í fólkamorði. Ísrael hevur ikki dult fyri, hvat tað útinnir í Gasa, so hví lurtar heimurin ikki eftir?" Okkurt bendir á, at Sjúrður ikki hevur givið sær stundir at lesa greinina hjá Segal, hóast eg skrivaði kelduna.

 

Í greinini lýsir Raz Segal gjølla, hvat liggur í hugtakinum fólkamorð (Genocide) sambært ST millumtjóðasáttmálanum frá desember 1948: "Tilætlað roynd at oyðileggja, lutvíst ella til fulnar, ein tjóðskaparligan, etniskan, rasutongdan ella átrúnaðarligan bólk sum heild" (mín týðing). Hann grundgevur fyri, hví tað er júst tað, ið er í ferð við at henda í Gasa aftaná álopið 7. oktober 2023. Upp á fimm dagar hevði Ísrael, sambært IDF sjálvum, slept 6000 bumbum yvir Gasa. Gasa er til støddar sum Streymoyggin, og er eitt tað fólkatættasta økið í heiminum við sínum 2,1 milliónum íbúgvum. Til sammetingar slepti USA 7000 bumbum yvir Afghanistan um árið, tá ið USA bumbaði upp á tað mesta (í 2018 og 2019, ið vóru metbumbuár). Tað vil við øðrum orðum siga, at ísraelska svarið var væl og virðiliga sett í gongd 13. oktober 2023, hóast Sjúrður sigur nakað annað. Raz Segal endurgevur ísraelska trygdarmálaráðharran Yoav Galland, ið 9. oktober kunngjørdi:

 

"Vit seta eina fullkomna kringseting av Gasa í gildi. Ongan streym, ongan mat, einki vatn, einki brennievni. Alt er stongt. Vit berjast móti djórum í mannalíki, og vit vilja fara fram hareftir" (mín týðing og kursivering).

 

Hesi átøk - ongan streym, ongan mat, einki vatn og einki brennievni, saman við teppibumbing - raka sjálvandi ikki bert Hamas-hermenn, og eru tí móti gasabúgvum sum heild (ein av treytunum fyri fólkamorði). At dehumanisera ella ómenniskjansliggera, t.e. at kalla eitt fólkaslag "djór í mannalíki," "ónd frá upphavi" og annað, ið hann endurgevur ísraelskar og evropeiskar politikarar fyri at siga, er eisini at rokna sum ein eggjan til ótálmaðan harðskap og í ringasta føri fólkamorð. Tað vóru, sum kunnugt, júst orð av hesum slagnum, ið vórðu nýtt um jødar áðrenn jødatýningina undir seinna heimsbardaga og í sambandi við onnur fólkadráp. Tað er ikki av ongum, at Altjóða revsidómstólurin í Haag, ICC, hevur sent boð út um at handtaka bæði Yoav Galland, verjumálaráðharra, og Benjamin Netanyahu, forsætismálaráðharra. Sum nevnt í fyrra lesarabrævi mínum, kveistrar ísraelska stjórnin boðini til viks, og sigur tey vera grundað á antisemitismu.

 

Segal vísir til mannarættindafelagsskapin Human Rights Watch, ið longu 13. oktober 2023 hevði staðfest, at sonevndar white phosphor-bumbur vórðu nýttar í Gasa. Tað er ólógligt sambært altjóða lóg at nýta hesar bumbur, har sivil fólk búgva. Evnið í fosforbumbum spjaðir seg, kleprar fast í húð og klæði, og bumburnar eru ætlaðar at seta eld á bygningar og fólk um eitt stórt øki. Tað ber ikki til at nýta tær móti ávísum, avmarkaðum málum, sum t.d. Hamas-hermonnum burturav, tí evnið í bumbunum spjaðir seg. Eldurin kann ikki sløkkjast við vatni. Raz Segal vísir á fleiri onnur viðurskifti, ið lesarin kann kunna seg við í greinini. Eitt ár seinni staðfesti Amnesty International somuleiðis í einari frágreiðing upp á 296 síður aftaná eina gjølliga kanning, at Ísrael fremur fólkamorð. Frágreiðingin er til taks á www.amnesty.fo, og eitur "Tú følir teg sum eitt undirmenniskja."

 

Í lesarabrævi mínum endurgav eg eisini Ilan Pappé. Sjúrður kveistrar henda søgufrøðingin, sjónarmið og greiningar hansara til viks, og sigur Pappé vera "øgiliga víðgongdan." Vit skulu ikki taka hann fyri fult, skilst. Sjúrður sigur: "Eg havi lisið nakrar av teimum søgufrøðingunum, sum hann (t.e. undirritaði) siterar. Ilan Pappé, til dømis, sum er øgiliga víðgongdur. Mann kann gott diskutera útfrá tí, men at siga, at tað er eitt blóðbað og eitt fólkamorð næstan frá fyrsta degi, og viss mann bara begynnir at drepa palestinar, so skal mann nokk fáa undirtøku í Ísrael og so víðari, tað er ræðuliga grovt og ræðuliga ósakligt."

 

Her blandar Sjúrður fleiri ymiskar persónar saman, endurgevur skeivt, og er ikki sakligur. Pappé endurgevi eg úr einum heimildarfilmi um eitt ísraelskt hópdráp í 1948, har hann umrøður ísraelsku sjálvsmyndina av at vera moralskt omanfyri onnur, at vera tað útvalda fólkið o.s.fr. Pappé loyvir sær, sum akademikari, jødi og ísraeli, at vera kritiskur yvirfyri hesari sjálvsmyndini. Pappé nevnir, av góðum grundum, ikki eitt orð um blóðbað og fólkamorð aftaná 7. oktober 2023, tí filmurin er frá 2022. Úr sama filmi verður ísraelski søgufrøðingurin Adam Raz endurgivin fyri at siga, at søguskrivingin um stovnanina av Ísrael hevur verið og er enn ein lygn. Har er einki faktuelt skeivt í tí, Adam Raz staðfestir, hóast tú kanst føla okkurt annað, ella fegin vilt føla okkurt annað. Triði ísraelski søgufrøðingurin er áðurnevndi Raz Segal, ið nágreiniliga og sakliga grundgevur fyri, hví talan er um fólkamorð; eins og Amnesty International við gjølligum kanningum kom fram til seinni.

 

At tú fært undirtøku í Ísrael, um tú drepur palestinar, tekur Sjúrður úr einum samanhangi. Tað er ein ungur palestinskur rithøvundur og politiskur viðmerkjari, ið eitur Muhammad Shehana, ið sigur, at "Tá ið tú ert í einari kreppu, er einki, ið kann sameina stjórn tína betur, og einki kann berja eitthvørt slag av andstøðu ella mótmæli betur niður enn at drepa palestinar." Hetta verður sagt í sambandi við rossahandlar í ísraelskum politikki, tá ið hart leikar á. Í Ísrael eru nógvir fólkavaldir høgraekstremistar (eitt nú Itamar Ben-Gvir, Bezalel Smotrich og Naftali Bennett), sum verða valdir, tí teir opið og reiðiliga flagga við sínum ultratjóðskaparligu, rasistisku sjónarmiðum. Teir bera seg sjálvandi at hareftir. Stjórnin hjá Netanyahu var í kreppu 17. mars, men varð bjargað 18. mars sum ein beinleiðis avleiðing av, at Netanyahu breyt vápnahvíldina, gjørdi eitt stórt álop og drap fleiri enn 400 palestinar, harímillum í minsta lagi 174 børn. Undirtøkan vaks, ið hvussu er millum samsintar politikarar. Floksformenn, ið høvdu tikið seg úr stjórnini hjá Netanyahu, komu upp í aftur stjórnina sum tøkk fyri avrikið. Hetta er tað, Muhammad Shehana sigur í Democracy Now! 18. mars, og palestinska online-tíðarritið Middle East Monitor, ið virkar í Bretlandi, skrivar hetta 19. mars, við støði í einum X-boðum frá Netanyahu sjálvum (https://www.middleeastmonitor.com/20250319-ben-gvir-rejoins-netanyahus-coalition-amid-deadly-gaza-air-strikes/). Har er einki grovt og ósakligt við tí, eg skrivaði, hóast tað, sum fer fram, er óunniligt.   

 

Ilan Pappé, sum Sjúrður altso sigur vera "øgiliga víðgongdan," er ísraelskur søgufrøðingur, búsitandi í Suðuronglandi, men føddur í Haifa í Ísrael. Foreldrini flýddu til Palestina (núverandi Ísrael) úr Týsklandi undan nasistunum í 1930'unum. Pappé, ið m.a. hevur skrivað bókina "The Ethnic Cleansing of Palestine", viðger yvirhøvur í gransking og skriving sínari sionismuna, og hvussu palestinar vórðu riknir úr bygdum sínum, trunkaðir saman við valdi og eisini dripnir í sambandi við stovnanina av Ísrael í 1948. Áhaldandi áminningar hansara um, at tað var soleiðis, Ísrael varð stovnað, og at Ísrael eigur at viðurkenna hetta, er ikki fallið í góða jørð í heimlandinum. Pappé varð fordømdur í Knesset, burturvístur úr universitetinum í Haifa, har hann undirvísti, í 2007, og flutti úr Ísrael í 2008, m.a. av fleiri deyðshóttanum (Chris Arnot, The Guardian, 20. januar 2009). Hann er nú professari við University of Exeter í Onglandi. Pappé hevur enn ísraelskan ríkisborgararætt, men hevur ikki loyvi at undirvísa í skúlum í Ísrael ella at arbeiða sum akademikari í landinum við skrivligu grundgevingunum, at hann "dálkar statin, er ópatriotiskur og ikki sýnir Ísrael trúfesti...," sum hann greiðir frá í einari longri samrøðu við Aaron Bastani á alnótini 16. juni 2024.

 

Í lesarabrævi mínum skrivaði eg, at tað er ikki uppi í tíðini at venda hin kjálkan til, elska fíggindar sínar o.s.fr. Hetta varð skrivað í sambandi við, at mong kristin í vesturheiminum, sonevndir kristnir sionistar, stuðla Netanyahu og hermonnum hansara, hóast teir fremja krígsbrotsverk og onga virðing hava fyri palestinskum mannalívum. Sjúrður spyr, hvat hevði hent, um ísraelar vendu hin kjálkan til, og ikki svaraðu aftur, sum teir gjørdu? Hvørjum hevði tað endað við? Her er strámaðurin settur upp. Eg tosaði ikki um ísraelar, eg tosaði um vesturlendsk kristin, eitt nú føroysk kristin, ið stuðla Ísrael, hóast tey týðiliga síggja, hvussu landið ber seg at. Hví stuðla tey kolonialistisku hersetingini, ólógligu búsetingunum, ið gerast alsamt fleiri, harðskapinum móti upprunafólkinum í Palestina (eisini teimum kristnu), bumbunum og snigskjúttunum hjá Netanyahu? Hvat kristið er í tí?

 

Onkur viðmerkjari og fyrrverandi politikari í Javnaðarflokkinum helt tað vera ódámligt, at eg blandaði partapolitikk upp í kjakið um Ísrael. Halt mær til góðar. Eg hevði onga ætlan at leggja eftir nøkrum ávísum flokki, ella hevja nakran annan flokk upp. Teir tiga og samtykkja allir sum ein. At eg bert nevndi Javnaðarflokkin, Sosialistisk Ung og Sjúrð Skaale komst av, at tú hoyrdi í KvF um munnkurvina, Sosialistisk Ung fingu frá stjórnini í Javnaðarflokkinum, og um røðuna hjá Sjúrði í Fólkatinginum. Tað er væl møguligt, at onnur ungmannafeløg hava fingið somu boð um at tiga, sum tey í Sosialistiskum Ungum, men eg veit tað ikki, tí tað hevur ikki verið alment frammi.

 

Online-tíðarritið Euro-Med Human Rights Monitor, skrivar 24. apríl 2024, at ísraelski herurin tá hevði dripið "42.510 palestinar fyrstu 200 dagarnar aftaná 7. oktober, 38.621 vóru sivil, harímillum 10,091 kvinnur og 15.780 børn. Líkini av fleiri túsund eru enn undir húsaleivdunum, meðan fleiri túsund ikki eru funnin, og væntandi eru deyð. Hesi hagtøl umfata eisini drápini av 137 tíðindafólkum, 356 heilsustarvsfólkum og 42 sivilum verjustarvsfólkum." (Greinin eitur "200 days of military attack on Gaza: A horrific death toll amid international failure to stop Israel’s genocide of Palestinians.") 5. desember 2023 skrivaði sami felagsskapur greinina "Contrary to Israeli claims, 9 out of 10 of those killed in Gaza are civilians." Aðrar teljingar siga 80% sivil (https://www.thenation.com/article/world/gaza-death-toll-evidence/). Sjúrður sigur í sjónbandi sínum við einum suffi, at tað, eg skrivi um, at "At kalla øll eru sivil.... tað passar simpulthen ikki!". Hvat hann byggir tað á, veit eg ikki. Ynskihugsan, kanska, ella tað, at Netanyahu sjálvur hevur sagt, m.a. í einari samrøðu, ið CBS umrøður á heimasíðu sínari 14. mai 2024, at lutfallið millum dripnar Hamas-hermenn og sivilar palestinar er 1:1. Netanyahu hevur tó eingi fakta at vísa á, og vil ikki loyva útlendskum tíðindafólki ella uttanveltaðum eygleiðarum inn í Gasa. Ísraelska fregnartænastan heldur seg til hagtøl hjá heilsustovninum hjá Hamas, og sigur tey vera eftirfarandi. Hetta er ikki ein hálovan hjá mær av Hamas fyri tað (sum eg nevndi í fyrra brævinum, eri eg als ikki Hamas-stuðul). IDF telur bara ikki, hvussu nógvir palestinar doyggja, og tað dylja teir ikki fyri (https://www.vice.com/en/article/israeli-intelligence-health-ministry-death-toll/).

 

Summi halda tað vera nógv fyri, at eg vil vera við, at Ísrael visti um álopið, ið Hamas fór at fremja. Sjúrður nevnir tað eisini. Talan er tó ikki um nakað samansvørjingarástøði. Ísraelska fregnartænastan visti um eitt stórt álop, Hamas fór at fremja, eitt ár frammanundan, tað varð framt. Fregnartænastan hevði fingið hendur á einum Hamas-skjali upp á 40 síður, sum lýsti niður í minstu smálutir, hvussu og hvar álopið skuldi fremjast. Ísraelska fregnartænastan gav skjalinum heitið "Jerikomúrurin." Einasta óvissan var, júst hvønn dag, álopið fór at verða framt, men vikurnar og dagarnar undan 7. oktober vóru nógvar ávaringar frá fregnartænastuni og varðhaldsfólki við markið. Tíðindamenninir Ronen Bergman og Adam Goldman, ið halda til í Tel Aviv, lýsa hetta væl í grein í The New York Times 30. november 2023. Herurin og ísraelska stjórnin fingu kunningina um skjalið og um umfatandi álopsvenjingar, Hamas gjørdi inni í Gasa á alljósum degi, har vegleiðingarnar í skjalinum vórðu fylgdar til fulnar. IDF skúgvaði ávaringarnar til viks sum ósannlíkar, vildi ikki taka venjingarnar hjá Hamas í álvara, og Netanyahu, ið fekk kunning um ætlaðu álopini, vildi heldur ikki taka ávaringarnar til eftirtektar yvirhøvur. Greinin, ið er bygd á skjøl, teldupostar og samrøður, er enn til taks á heimasíðuni hjá The New York Times.

 

Ísraelska tíðindablaðið The Times of Israel skrivar 29. august 2024, at Netanyahu var kunnaður um, at eitt stórt álop úr Gasa var í væntu, men valdi ikki at lurta eftir ávaringum frá fregnartænastuni. Hann tóktist rætt og slætt at keða seg, tá ið embætisfólk algoyst løgdu ætlanirnar hjá Hamas fyri hann, verður greitt frá í greinini. Andstøðuleiðarin Yair Lapid segði í einari hoyring: "Tað er ikki satt, at politiska skipanin ikki var ávarað um vanlukkuna 7. oktober. Forsætisráðharrin og ráðharrar hansara høvdu fingið óvanliga álvarsamar ávaringar, men teir gjørdu einki" (mín týðing). Tað vóru bólkar, ið umboðaðu avvarðandi hjá offrum fyri álopinum og fólk, ið sluppu undan við lívinum, ið skipaðu fyri hoyringini. Netanyahu noktaði at seta eina almenna kanning av hendingini í verk.

 

Eitt, ið verður lítið umrøtt í sambandi við stríðið í Gasa, er, at tað í stóran mun er eitt persónligt valdsstríð hjá Benjamin Netanyahu og syndarliga úrslitið av einum roknifeili, hann gjørdi. Hann hevði, saman við Qatar og øðrum, stuðlað Hamas í meira lagi (Yonah Jeremy Bob, The Jerusalem Post, 4. mars 2025). Síðani 2009 hevur Netanyahu hjúklað um Hamas og latið onnur lond, serliga Qatar, veitt teimum pening í stórum nøgdum, so teir ikki gjørdust ov veikir. "Ein og hvør, ið vil forða fyri einum palestinskum stati, má styðja Hamas og flyta Hamas pening. Hetta er partur av okkara strategi," segði Netanyahu við tinglimirnar í Likud-flokkinum í 2019 (Gidi Weitz, Haaretz, 9. oktober 2023). At peningurin ikki fór at verða nýttur til vælferðina hjá børnunum ella eina nútímansgering av samfelagnum í Gasageiranum, men til vápn og tunlar, visti Netanyahu væl av (sí keldu niðanfyri). Havast kann í huga, at Ísrael annars skýrir Hamas at vera ein yvirgangsfelagsskap, og at Hamas hevur vápnað stríð móti ísraelskari herseting í stevnuskrá sínari. Netanyahu og Hamas hava tað í felag, at teir ikki eru áhugaðir í friði millum Ísrael og Palestina ella einari tvístatsloysn. Við at fíggja Hamas, so teir kundu varðveita valdið í Gasa, vóru lítil og eingi útlit fyri semju millum PA (Palestinian Authority) og Hamas, og harvið einari møguligari tvístatsloysn. Les samrøðuna millum Ghousoon Bisharat og Adam Raz í ísraelska og palestinska tíðarritinum +972 Magazine, 11. november 2024. Greinin eitur "The not-so-secret history of Netanyahu’s support for Hamas" og snýr seg um søgufrøðiligu bókina “The Road to October 7: Benjamin Netanyahu, the Production of the Endless Conflict and Israel’s Moral Degradation,” ið kom út í mai í fjør.

 

Eg endaði fyrra lesarabrævið við einari greining, ið helst er heldur spekulativ: at Netanyahu fegin vildi, at álopið hjá Hamas skuldi eydnast so mikið væl, at tað gav honum heimild frá ísraelska fólkinum at javna Gasa við jørðina. Har eru eingi haldgóð prógv fyri tí. Í World Socialist Web Site skrivar Andre Damon 2. desember 2023, at sannroyndin, at Netanyahu var ávaraður frammanundan ferð aftaná ferð, men lat tað fara aftur við borðinum (sum er skjalfest), er eitt prógv fyri, at hann lat álopið henda við vilja. Damon skrivar, at "Henda brotsliga samansvørjingin miðaði ímóti einari orsøk og umbering fyri einum leingi ætlaðum fólkadrápi móti fólkinum í Gasa" (mín týðing). Argumentið verður eisini ført fram á alnótini av trimum persónum, ið siga seg vera fyrrverandi ísraelsk herfólk. Herfólkini - illu tungurnar, eg sipaði til - hava tað í felag, at tey siga seg hava gjørt hertænastu við múrin, ið byrgir Gasa inni, og at tað bar ikki til at sleppa gjøgnum múrin og aðrar forðingar uttan við hjálp frá ísraelum. Tey eru øll ónevnd, og eiga tískil ikki at verða nýtt sum álítandi keldur. Tað taki eg á mín kappa. 

 

At høgravíðgongdastu ísraelsku politikararnir leingi hava viljað rikið so nógvar palestinar sum møguligt úr landinum, er tó ikki nakað nýtt. Eitt nú ber til at lesa um tað í greinini "In Their Own Words: Israeli Leaders on the Expulsion of Palestinians During Israel’s Establishment," ið varð almannakunngjørd 9. mai 2007. Greinin er at finna á www.imeu.org. Knesset-tinglimurin Nissim Vaturi úr flokkinum Likud skrivaði, sambært AP-tíðindastovuni, á X (fyrrverandi Twitter), at "allir ísraelar hava eitt felags mál: At strika Gasageiran burtur av yvirflatu jarðarinnar." Um hann hevur rætt í tí, er ógvuliga ivasamt, og stendur fyri hansara rokning, men hatta er tað, ein fólkavaldur tinglimur skrivar. Ísraelski ráðharrin Amichay Eliyahu úr høgravíðgongda flokkinum Jødisk Styrki kom við uppskotinum, at Ísrael slepti einari atombumbu yvir Gasa, og legði aftrat, at "har eru eingi ósek sivil í økinum" (Tia Goldenberg, AP-tíðindastovan, 18. januar 2024). Tað seinasta er, at Netanyahu hevur tikið væl ímóti uppskotinum hjá Trump um at flyta íbúgvarnar í Gasa úr landinum, og gera tað um til eina Riviera. Sigur tað vera víðskygt, kollveltandi og kreativt, og lovar at hjálpa til við at "gera arbeiðið," sambært franska blaðnum Le Monde, 9. februar í ár. Hetta ljóðar ikki serliga moralskt upphevjað, spyrt tú meg, men tað er veruleikin fyri tað.

 

Hugtakið at "dresdenisera" okkurt sipar til bumbingina av týska býnum Dresden, ið lá í skeljasori aftaná seinna heimsbardaga. Hugtakið verður av røttum nýtt í sambandi við oyðingina av Gasa. Í apríl 2024 hevði Ísrael við hjálp frá USA og øðrum londum slept 70.000 tonsum av bumbum yvir Gasa upp á eitt hálvt ár. Talið av bumbum var tá, fyri einum ári síðani, hægri enn talið á øllum bumbum, ið vórðu sleptar yvir Dresden, Hamburg og London í øllum seinna heimsbardaga tilsamans. Hetta skrivar Robert A. Pape, professari í politiskum vísindum og leiðari fyri the Chicago Project on Security and Threats í University of Chicago, í tíðarritinum Foreign Affairs, 21. juni 2024. Greinin eitur "Hamas is Winning," og viðgerð m.a. støðuna hjá Hamas. Pape metir, at Hamas er betur fyri nú (í apríl 2024), enn tá ið kríggið byrjaði, og at felagsskapurin fer at styrkna við tíðini, sum eitt úrslit av krígnum.

 

Sjúrður Skaale, sum sjálvur sigur, at Hamas fjalir seg í tunlum undir jørð, og at bumburnar tí raka tey sivilu heldur enn Hamas (hansara egnu orð í sjónbandinum), sigur at enda: "Mann kann ikki bara fordøma Ísrael, sum nógv fólk gera, púra, púra vilt og einsíðugt. Teir gera nógvar feilir, men teir stríðast eisini okkara stríð móti einari ideologi, sum er lívsfarlig. Lívsfarlig!" So Netanyahu er knappliga okkara maður kortini, ið hvussu er eitt sindur, tí ideologiskt sæð er hann á røttu síðuni og stríðir eitt stríð fyri okkum? 

 

Ísrael stríðir ikki mítt stríð. At myrða menn, kvinnur og børn inni í einum sundurbumbaðum uttandurafongsli, og at kalla tað "rættin til at verja seg," fordømi eg (væl grundfestur í eftirfarandi keldum) uttan at blunka.

 

 

 

Kári Sverrisson, Saltangará