Hvør skal fáa ársins herðaklapp 2024?

Aftur í ár fer Sunda kommuna, at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiðið, sum er til gangs fyri borgararnar í kommununi.

Ársins herðaklapp verður handað til setanina av mentanardøgunum, sum verða 13. – 22. september 2024.

 

Øll kunnu senda uppskot

Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp 2024. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi persónur ella felagsskapur hevur gjørt og hvussu man metur tað er til gagns fyri borgarnar í kommununi, skrivar sunda.fo.

 

Uppskotini skulu sendast til sunda@sunda.fo innan fríggjadagin 30. august kl. 12.00

 

Uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir.

 

Trivnaðarnevndin tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu uppskotini, ella ikki at velja nakað av teimum.

 

Tey, sum fyrr hava fingið herðaklappið frá Sunda kommunu eru:

 

2023 Magnus á Stongum

2022 Stakkurin

2021 Sofus Debes Johannesen

2019 Andrass Midjord 

2018 Edmund Joensen 

2017 Leguhúsið í Nesvík

2016 Hósvíkar Róðrarfelag 

2015 Nicolina av Kamarinum

2014 Johannes Johannesen 

2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík 

2012 Asfinn Sigvardsen 

2011 Esmar Dahl