Aftur í ár fer Sunda kommuna at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiði, sum er til gangs fyri borgararnar í kommununi.
- Ársins herðaklapp verður handað til setanina av mentanardøgunum, sum verða 13.–22. september 2024, siga tey í Sunda kommunu í dag.
Kommunan bjóðar øllum borgarum at senda inn uppskot um, hvør skal hava Ársins herðaklapp 2024.
- Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi persónur ella felagsskapur hevur gjørt, og hvussu tað, sum gjørt er, er til gagns fyri borgararnar í kommununi.
Í Sunda kommunu siga tey, at uppskot um, hvør skal fáa Ársins herðaklapp 2024, skulu sendast til sunda@sunda.fo innan fríggjadagin 30. august klokkan 12.
- Uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir, og trivnaðarnevndin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnu uppskotini - ella ikki at velja nakað av teimum, verður lagt aftat.
Tey, sum áður hava fingið herðaklappið frá Sunda kommunu, eru:
* 2023 Magnus á Stongum
* 2022 Stakkurin
* 2021 Sofus Debes Johannesen
* 2019 Andrass Midjord
* 2018 Edmund Joensen
* 2017 Leguhúsið í Nesvík
* 2016 Hósvíkar Róðrarfelag
* 2015 Nicolina av Kamarinum
* 2014 Johannes Johannesen
* 2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík
* 2012 Asfinn Sigvardsen
* 2011 Esmar Dahl