Hvonn Live
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Eitt ár við Hvonn Live er farið afturum. Síðan januar mánað hevur Rás2 níggju ferðir borðreitt við úrvalssendingini, og seinasta ferðin var leygarkvøldið.
Tað var heldur ikki eiti á skrá, ið Rás2 hevði at bjóða hesaferð.
Magnus Magnussen, gekkavertur og skemtari, gloppaði dyrnar inn í skemtaraheimin, tá hann greiddi frá, hvat tað góða skemtið er, hvat tú gott kann skemta við, og hvar markið gongur fyri, hvussu nógv tú kann loyva tær at vera undir beltinum, tá tú skemtar.
Sjálvur sigur hann, at tað fyrst og fremst ræður um at ikki vera bangin fyri at gera gjøldur við sær sjálvum.
Eisini hevði Rás2 hálað Brand Enni heim úr Svøríki til at undirhalda á Hvonn Live. Brandur Enni spældi fleiri av nýggju sangjum sínum, og greiddi frá hvussu hann hevur upplivað lívið sum barnastjørna í Føroyum.
Brandur greiddi eisini frá hvussu tað er at hava sín gerandisdag í Svøríki millum sangskrivarar, ið skriva sangir til summar av fremstu stjørnunum í heiminum, og hvussu hann í ymsum býum hevur undirhildið Fraklendingum, tá hann saman við vinfólki var á fjakkaraferð gjøgnum Evropa.
Powerprinsessa
Tað, sum serliga nógv kanska høvdu glett seg til, var tá Lone Rasmussen, sum hevur skrivað bókina um hennara ferð »Fra pæn pige til Powerprinsesse«, fór at greiða frá lívi hennara, kærleikstrupulleikum, um at læra at elska seg sjálvan og hvussu tú siglir millum skerini í lívsins upp- og niðurtúrum.
Sum Barbara Holm, vertur í Hvonn Live, greiddi frá, so er hon frí, frek og framlig. Eftir føroyskum málistokki vildu summi kanska kallað hana hástóra.
Lone Rasmussen, sum eisini hevur verið við í QTV hjá Pernille Aalund, í Ekstrabladet og í Sexskolen á TV3, kom við fleiri góðum ráðum, og greiddi frá sínum egnu feilum, sum onnur kunnu læra av.
- Eg býtti sex fyri kærleika, viðgekk hon millum annað blankt í eini ávaring til aðrar kvinnur.
Hvonn verður aftur
Hvonn Live endaði við eini vitjan frá Frændum, áðrenn teir skuldu niðan í høllina á Hálsi at hátíðarhalda stóra 25 ára føðingardagin við einum stórum gildi.
Men hóast Hvonn Live takkaði fyri seg við sjampanju til allar gestirnar á Hvonn, varð bara takkað fyri í ár. Hvonn Live verður nevniliga aftur longu í januar mánaði, og verður tá hildið fram í sama stóra stíli sum higartil.