Hvussu kann barnaansing fíggjast?

Seinastu tíðina hevur nógv kjak verði um hvussu og hvør skal fíggja eitt nú systkina-avsláttur.

Nú tað stundar til val, eru landspolitikararnir farnir at lova okkum barnafamiljum eina rygvu, men ávísir kommunalpolitikarar hava tað áskoðan at landspolitikararnir skulu halda fingrarnar langt vekk frá barnaansingini, tí hetta er teirra øki. Vit foreldur og børn kunnu vera vís í, at tá ein partur av valskeiðinum er runnið, so vísir tað seg óiva, at landspolitikararnir ?tíverri" ikki kundi gera nakað, tí teir fingu eitt sindur av mótstøðu frá kommunal-politikarunum!
Eftir sum landspolitikararnir ikki vita hvat teir kunnu (og eiga) at gera, vil undirritaði geva landspolitikarunum nøkur uppskot til loysn. Broytingarnar kunnu gerðast í kunngerð nr. 6 frá 25. januar 1995 (hereftir nevnd K nr. 6) og í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 (Ll nr. 67).
Tiltøk sum landspolitikarar kunnu seta í verk:

1.Foreldragjaldið skal hækkast frá teimum 30% sum tað er í dag til eitt nú 40% (§1 í K nr. 6 og §6 stk 1 í Ll nr. 67)
2.Fríplássmarkið skal hækkast samsvarandi pkt. 1 (§6 stk 2 í K nr. 6)
3. Systkinaavsláttur
4. Krevja ansingartrygd

Avleiðingar av tiltøkunum:
a)Landskassin rindar sín part við tað at fríplássmarkið hækkar
bKommunan rindar sín part tí kommunan við ansingartrygdini verður noydd at nøkta tørvin fyri ansingarplássum. Alt eftir hvussu landsstýrið ásetir gjøldini undir punkt 1 og 2 omanfyri skal kommunan bara rinda fyri eyka húsaútreiðslur. Hetta hevur kommunan tó møguleikar fyri at sleppa undan við verandi lóggávu (t.d. Føroya Tele).
c)Foreldrini við fleiri børnum og lágari inntøku skulu gjalda minni til barnaansing
d)Foreldur við einum barni og høgari inntøku skulu gjalda meiri til barnaansing

Um viljin hjá landspolitikarunum er til staðar at loysa trulleikarnar ber hetta sagtans til við smáum lógarbroytingum.
Undirritaði sigur við hesum ikki at núverandi skipan er tann mest optimala. Um samlaða ansingar og útbúgvingartilboðið til børn og ung skal gerast betri krevur tað politikarar við visiónum fyri samfelagið. So eg bíði í spenningi eftir at nakar politikari við hesum eginleikunum stillar upp til løgtingsvalið í apríl.