Hvussu kann slíkt bera til í Føroyum?

Vit meta tað sum eina sjálv­fylgju, at vit øll geva hvørjum øðrum eina mannsømiliga viðferð. Hetta skuldi ikki minst verið galdandi fyri fak­­feløg. Hetta er sjálvsagt eisini gald­­andi við uppsøgn, uttan mun til hvør orsøk kann vera fyri henni. Sjálvt hjá “kapitalistisk­­um” fyritøkum verður ásannað, at ein upp­søgn í sær sjálv­um er nóg hart fyri tann, sum missir arbeiðið. Tí verður ómak­­ur gjørdur fyri, at hon skal vera so lítið skaði­lig fyri tann upp­sagda sum gjørligt.

Pætur Háberg

Skuldi skaðast mest gjørligt
Men í fjør heyst sóu vit eina uppsøgn júst í einum fakfelag, har endamálið var at skaða viðkomandi mest gjørligt.
Fyrst við eini ólógliga burtur­vís­ing uttan upp­sagn­ar­løn. Hesa burturvísing varð felag­ið kroyst til at taka aftur, tá ið málið kom alment fram.
Málið kundi enda her við at skrivstovumaðurin fekk til­søgn um sína lógarásettu upp­sagnarløn. So hevði ikki meira hent.
Men so lætt skuldi maður­in ikki sleppa. Nú fekk hann eina eyðmýkjandi uppsøgn.
Hetta var heldur ikki nóg mikið hjá hesum fakfelag. Teir gera tað óhoyrda, at senda út eitt tíðinda­­­skriv, har skriv­­­stovu­­­maðurin alment verður lagd­ur undir “grovt tænastu­­­brot,” sum annars er høvuðs­­­grund­­­gevingin í upp­­­søgn­ini, men sum einki verður sagt um í burtur­vís­ing­­­ini. Hetta tíðinda­skriv av­­dúk­­ar meira enn annað ta ræðu­­­ligu muru í hesum fólkum.
Í uppsøgnini var tann óhoyrda treytin sett fyri at fáa uppsagnarløn, at? skrivstovu­maðurin fær álagt “loyaliet­skyldu” móti felagnum í upp­sagnar­tíðini. Hetta kundi væl fatast sum munnkurv, so hann heldur ikki skuldi fáa vart seg alment móti? følsku ákæruni í uppsøgnini.
Umrødda “tænastubrot” skuldi vera medvirkan til samb. formannin eitt “Water­gate inn­brot” á hansara skriv­stovu 3. februar 2007 við tí enda­máli at beina fyri tilfari í teldu felagsins.
Tað er vitnisfast, at hetta er reinur heilaspuni. Her var bert talan um at undanfarni formaðurin fekk kopi av tí teldutøka tilfari, sum hann sjálvur átti, og skuldi einki verið meira rímiligt enn tað. Har varð so avgjørt einki slettað. Skriv­stovumaðurin hevði annars heldur einki við hetta mál at gera!
Men pápabeiggi mín, sum málið snýr seg um, doyði tveir mánaðir seinni. Hetta kom ikki óvæntað. Hann hevði longu tá eina lívs­hóttandi sjúku, og hann fekk eina viðferð, sum hevði verið nóg mikið fyri ein mann við fullari heilsu. Men við hesum fekk málið eina álvarsliga nýggja vend.

Bøðilin gjørdi seg til offur
Tey vóru nógv, sum øtaðust um hesa framferð. Tað vóru eisini fleiri, sum gjørdu vart við hetta, eisini alment.
Nú hendir tað marg­hátt­liga, at høvuðsmaðurin í hesum máli fer í hernað móti hesum fólkum fyri at teppa tey. Nú roynir hann at gera seg sjálvan og síni til offur fyri sínar egnu gerðir. Bert eitt dømi av fleiri er, at Frank Davidsen hevur alment greitt frá, hvussu formaðurin hótti hann við politi, um hann ikki tók síni sjónarmið aftur.
Men formaðurin man hava ánað, at grundarlagið fyri hans­ara framferð hevur verið svikaligt.
Nú ger hann tað marg­háttliga at skipa fyri at leita í telduni hjá frákoyrda skrivstovumanninum, um hann kann finna okkurt meira haldbart at brúka. For­mað­urin boðar síðan sínum viðhalds­fólki frá, at nú eru funnin “nýggj prógv,” sum skulu rætt­vís­gera hansara fram­ferð móti skrivstovu­manninum.
Hetta skuldu vera “prógv” um eina ráðagerð millum fyrr­­verandi formannin og skriv­stovumannin móti sitandi formanni.
Hesi “prógv” verða løgd fram á almenn­um fiski­manna­felags­­fundi í Runa­vík, meðan skriv­stovu­­mað­urin lá og strídd­­ist, og átta dagar áðrenn hann andaðist.
Eg hevði í hesum sam­bandi teldusamskifti við nevnd­arlim í FF. Hann boðaði mær frá dagin eftir umrødda fund:
hetta er S.P,harmiligt at tú ikki var vi til fundin í gjár, har limirnir fyngu svar ,og prógv vóru løgd fram.v.h S.P (Orðarætt endurgivið).
Hesin nevndarlimur gav mær í eini telefonsamrøðu aftaná tilsøgn um at síggja hesi “prógv” á skrivstovu felagsins.
Tá tað ikki lá fyri hjá mær sjálvum, fór systir mín oman á skrivstovu FFs, har hon bað um at sleppa at síggja hesi “prógv”.
Men tað slapp hon als ikki, hóast tey longu tá vóru send í hvussu er einum samsintum sóknarformanni hjá FF! Eg veit eisini um púra óviðkomandi fólk, sum hava fingið somu “kunning.”
Formaðurin las bert brot úr samskiftinum. Systir mín fekk tískil bert onkrar ábendingar um innihaldið í hesum “prógvum.”
Við hesum ábendingum hevur fyrrverandi formað­urin funnið hesi “prógv” fram á síni egnu teldu. Tað snýr seg um tvey teldubrøv frá 2007:
1. Teldubræv, har fyrr­ver­andi formaðurin sóknast eftir ladara til teldu sína. Skriv­­stovu­maðurin finnur ikki ladar­an og biður undan­farna for­mann sjálvan koma at leita.
2. Teldubræv, har fyrr­verandi formaðurin vil hava okkurt ávíst FF-blað, sum skrivstovumaðurin bað hann koma at leita eftir, tí hann fann tey ikki sjálvur.
Hetta eru “prógvini” fyri hesi ráðagerð! Meira meina­leyst kundi tað ikki vera. Hevði málið ikki verið so óhugnaligt, hevði tað verið beinleiðis láturligt.
Tað sigur heldur ikki heilt lítið, at einastu ítøkiligu “prógv” í málinum skal leit­ast heilt aftur til 2007 at finna. Og so eru tey eisini heilaspuni.
Systir mín varð eisini á skrivstovuni hjá FF løgd undir at “vita ov nógv”. For­maðurin hótti við at melda hana, tí “tað nokk var HON, sum hevði brotið inn á teldu hansara fyri tveim­­um vikum síðani,” sum formað­urin sjálvur mál­­bar seg. Nakað tað sama upp­livdi Frank David­sen. Hetta er greið ábending um, at formaðurin líður av eini sjúklig­ari kenslu fyri forfylg­ing. Tað sama váttar eisini umrødda Watergate-søgan.
Tann seinasta “heilsanin” til tey avvarðandi kom sjálv­an 1. desember, sama dag, sum skrivstovumaðurin doyði! Tá visti teir á FF í hvussu er hvussu ógvuliga álvar­som støð­an var.? Hetta var teldu­­postur frá? einum fiski­manni við tøtt­um tilknýti til nevnd­ar­meirilutanum í FF.?? Sína niður­støðu? hevði viðkom­andi fingið á umrøddu fundi í Runa­vík.? “Heilsanin” var, at skriv­stovu­­maðurin var sloppin alt ov væl!

Samsek og Samtak
Tað eru fleiri, sum so ella so eiga part í hesum máli. Fyrst var eingin trupulleiki at fáa nóg mikið av nevndarlimum í FF at taka undir við hesi ógerð móti manni, sum teir hava kent persónliga og sitið væl saman við í upp til 10-tals ár uttan at hava nakað at finnast at honum.
Tað var heldur eingin trupulleiki at fáa løgfrøði til at medvirka til at skaða skrivstovumannin mest møgu­ligt í umrøddu upp­søgn. Skriv­stovumaðurin fekk enntá frátikið sín upp­lagda rætt svara ta grovu skuld­set­ingini um “tænastu­brot,” sum tað annars var øll grund at ivast í.
Ein serligan leiklut hevur samskiparin fyri Samtak, sum váttaði alment fyri Degi og Viku, at hon stuðlaði hesi framferð.
Í Sosialinum 29. november, so stutt sum tveir dagar áðrenn skrivstovumaðurin andaðist, sigur samskiparin seg enntá hava “fingið eina nøktandi frágreiðing frá Fiskimannafelagnum um málið og hevur tikið hana til eftirtektar og hevur annars onga meining um málið.”
Nú skrivstovumaðurin ikki fekk møguleika at spyrja, kundu vit avvarðandi havt hesar spurningar:
Hvør frágreiðing er so nøktandi fyri samskiparan, at hon kann rættvísgera eina slíka viðferð av einum med­menniskja? Teir táverandi heiðurligu nevndar­limirnir í FF fingu so avgjørt onga nøktandi frágreiðing.
Hvussu kann ein frá­greiðing, sum kundi merkja lív og heilsu fyri ein persón, vera nøktandi, tá ið tann ákærdi ikki fekk møguleika at svara fyri seg?
Hví skal samskiparin hava eina frágreiðing um eitt mál, sum hon onga meining hevur um?
Og hvussu kann sam­skip­arin stuðla eini manna­gongd, sum hon onga meining hevur um?
Hvussu kann hon onga meining hava um eitt mál, tá hon visti, tá hon seinast tosaði við Sosialin um hetta mál, at tað hevði oyðilagt lívið hjá einum medmenniskja?
Hvat skal til, fyri at sam­skiparin skal hava eina mein­ing um viðferðina av einum medmenniskja? Vald­ast tað hvør tað er?
Hvussu kann samskiparin so seint sum 29. november enn eina ferð stuðla umrøddu manna­gongd við at siga seg hava fingið eina “nøktandi” frá­greið­ing, tá ið tað er víst á alment, at talan er um ósannindi?
Katrin, systir mín, bað fleiri ferðir um at sleppa á tal við samskiparan, so hon í hvussu kundi fáa javn­vág í síni kunning. Men sam­skip­arin noktaði at hitta hana!
Tað er eingin ivi um, at so væl løgfrøðin sum sam­skiparin høvdu, um tað var nøkur rættvísis­kensla skapt í teimum, kunn­að forðað ella í minsta lagi í stóran mun kunnað avmarka tann skaða, sum gjørdur varð skriv­stovu­manni­num og harvið eisini hansara avvarð­andi. Men tað var øvugt!
Her er í hvussu er skrivað føroysk fakfelagssøga, og tað við lít.

Mannagongdin blá­stemplað av Degi og Viku
Dagur og Vika lýsti frá byrjan málið á ein virðiligan hátt. Úrslitið var tað, at for­mað­ur­in á Face­book legði sjón­varp­ið undir at renna ørind­ini fyri starvs­fólk, sum høvdu til­knýti til skriv­stovumannin!
Nú hendir tað heilt merkiliga, at formaðurin fær seinasta orðið í hesum tíðindaflutningi.
Hetta hendi í samband við, at almennu fakfeløgini høvdu sent eitt “dult” bræv til FF, har tey átal­aðu manna­gongdina í málinum.
Hetta førdi til upplestur av einum telduposti til fakfeløgini, sum talaðu at hesi høpisleyu framferð. Soleiðis byrjar brævið frá formanninum.
“Lat meg gera púra greitt, at eingin er meir harmur um málið enn eg og vildi eg, at tey tiltøk i vórðu sett í verk vóru óneyðug.”
Hesa svadu góðtók D&V uttan spurning ella við­merking sum eina nóg góða undan­førslu fyri hesi “tiltøk”, sum ikki hava sæð sín líka fyrr her á landi. Tískil er manna­gongd sum henda eisini blástemplað av almennu føroysku tíðinda­tænastuni. Tað hevði verið lætt at avdúka, hvussu lítið grundar­lag var fyri hesi frá­boðan. Men fólk, sum høvdu fylgt við málinum, vórðu ikki spurd.
Tað er sanniliga munur á, tá tað eru politikarar, sum ikki eru í krithúsinum. Teir verða náðileyst tráspurdir um viðurskifti, sum hava nógv minni uppá seg enn hetta.
Sosialurin royndi at fáa samskiparan fram í ljósið. Men hesum slapp hon und­an við at tiga seg burtur úr tí! Hon bakkar annars ikki fyri at úttala seg um alt tað órætt­vísi, hon av røttum finn­ur í sam­felagnum. Men henn­ara rætt­vísiskensla vald­­­ast kanska, hvønn tað snýr seg um, og um tað fær av­­­leið­­ing­ar fyri hana at tala at.

Hvat við fiskimonnum?
Áhugavert er eisini tað, sum ein av bakmonnunum hjá formanninum skrivar í einum telduposti:
“Hóast Jan var ivasamur, tí hann hevur nógvar sjó­menn á sínari síðu, sum bakka hann upp í hesum málinum (eg veit ikki hví), so var hann maður fyri at bera fram eina almenna umbering fyri nøkrum døgum síðani.”
Til hetta er at siga, at fiskimenn hava bert fing­ið ósannindini frá for­manni­num, sum enntá fór um­borð á skip við síni søgu, men ikki vildi/tordi at stíga alment fram.
Hetta er annars eisini ein váttan um, at tann ullinta hálva umberingin bert var uppá kvamsvís fyri at bjarga egnum skinni. Hetta vistu vit onnur frammanundan.

Skuldi verið óhugsandi
Henda søga er nógv ótespu­ligari, enn her er greitt frá. Nógv av tí, sum er hent í hesum máli er so háttað, at tað ber ikki til at seta á prent, í hvussu er í hesum umfari. Tað atlit skal kortini takast til tey seku í hesum máli!
Men hetta er ein viðferð av einum medmenniskja, sum eingin fyri hálvum ári síðani hevði droymt um kundi henda í Føroyum.
Øll kunnu gera okkurt mistak í sínum arbeiði. Men einki kann rættvísgera eina slíkan skipaða herferð móti einum persóni og hansara avvarandi. Hon byrjaði mikkjalsmessudag og stóð uppá til seinasta dagin hjá skrivstovumanninum tveir mánaðir seinni.
Men niðurstøðan er tann, at í Før­oyum kann ein slík­ur per­sónur sum hesin for­maður leggja støðið hjá fakfeløg­um, løgfrøði, tíð­inda­flutningi um­framt sam­komu- og polit­iska leiðslu.
Vit, sum varaðu av Olafi, og øll, sum vóru góð við hann, standa spyrjandi. Olaf er farin og málið hevur verið so órímiligt og órættvíst. Við hesi grein vóni eg at varpa ljós – alment – á tað, sum veruliga er farið fram. Vit hava ongantíð verið bangin fyri at tosa alment um tað, sum er farið fram. Tað var Olaf heldur ikki so leingi hann orkaði. Verri er við lygisøgum í krókunum, sum vit eisini skylda Olafi at afturvísa.
Eg spyrji meg sjálvan: Hvussu kann slíkt henda í hesum paradísinum, sum vit halda Føroyar vera?
Vit síggja, at allir partar hesum ræðuliga máli halda bara áfram í sama stíli, sum um einki er hent. Eru hetta veruliga Føroyar?
Klaksvík
tann 14/03-2011