Men onnur, ið komin eru eitt sindur til árs og tey, ið eldri eru, upplivdu hetta í 1940, tá ið vit máttu sigla okkara egna sjógv. Í herviligastu krígstíð kravdu bretar, at okkara skip skuldu sigla undir egnum Merki. Hetta var vandasigling, men við Merkinum á stong og við áliti á okkum sjálvi og Várharra, fingu okkara fiskimenn dirvi og treysti til at fremja sítt verk.
Men tað kostaði, bæði í mannalívum og ótta.
Eirindaleysa kríggið og stríðið um at lívbjarga sær og sínum vinna føroyska samfelagnum neyðugar inntøkur, gav føroyingum eina betri barlast enn nakrantíð áður til at standa á egnum beinum og rysta av sær ófrælsi. Tí var tað náttúrligt, tá ið kríggið var av, at skipa Føroyar sum frælsa tjóð.
Afturhaldinum so líkt, vildi Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin ikki hava nakrar serligar broytingar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Sambandsflokkurin vildi als ongar broytingar hava, og Javnaðarflokkurin vildi bara ganga við til at broyta viðurskiftini eitt eiti. Ríkisfelagsskapurin skuldi varðveitast fyri ein og hvønn prís.
Men Føroya fólk vildi tað øðrvísi í 1946, og tað vilja vit eisini í dag, nú hvørt mansbarn veit, at ríkisfelagsskapurin hevur verið Føroyum til stóran bága. Øll vita vit nú, at har var als einki at heinta, tá ið á stóð.
Tað er ikki lætt at sannføra fólk um, hvussu dýrt tað er at liva í ófrælsi, tá ið sambands- og javnaðartingmenn og teirra politisku bløð, sum røkka úí næstan hvønn krók í landinum, ótroyttiliga billa fólki inn, at Føroyar hava onga framtíð uttanfyri ríkisfelagsskapin og danska olmussu. Hví siga og skriva hesir samfelagssvíkar ikki tað, sum rætt er; at vit kunnu - bert vit vilja? Jú, tí tað stríðir ímóti teirra politikki, sum er, at nalvastrongurin til Danmarkar og niðurbindingin av okkum føroyingum skal vara um allar ævir. Hvar er sjálvsvirðingin?
Hesir flokkar og boðberar tess niðurgera og køva allan tann framburðshug, ið hevði sprottið úr Føroya fólki, um vit vistu, at Føroya land var okkara ábyrgd og ogn.
Tjóðveldisflokkurin er stovnaður við tí endamáli at vinna Føroya fólki tað frælsi, vit ikki hava í dag. Men líka síðan stovnanina hevur flokkurin staðið púrasta einsamallur. Allir hinir sviku, tá ið tøk skuldu takast føroysku tjóðini at gagni.
Men vit eru sannførd um, at tann dagur kemur, tá ið frælsishugsjónin vinnur á ófrælsinum, og tá fer av álvara at grógva um gangandi fót her á landi. Ja, tá fer at spretta og spíra í hvørjum króki í landinum, tí tá hevur Føroya fólk nakað veruligt og ekta at arbeiða fyri.
Góðu føroyingar! Á valdegnum skulu vit minnast til, at Føroyar fóru ikki á húsagang, sum fræls tjóð, men í ríkisfelagsskapinum við danir og dansinum um gullkálvin.
Tað var grátiligt og provokerandi at síggja danska flaggið veittra á borgini hjá ríkisumboðsmanninum og aðrastaðni kring landið á fimti ára degnum fyri heimastýrislógini, nú vit vita, at Den Danske Bank og danska stjórnin hava snýtt Føroya fólk fyri miljardir.
Guð gævi, at dagurin var nær, tá ið hesi fremmandu fløgg verða vundin niður her á landi fyri seinastu ferð!
Nær hesin dagurin skal verða, kanst tú avgera valdagin!
Vilmund Jacobsen,
valevni Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymi