HVUSSU LEINGI SKULU KVINNURNAR BÍÐA

Í gjár skuldi eg av røttum leggja frágreiðingina um fosturtøkuøkið, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur gjørt, fram á almennum tiltaki á Christiansborg. Men eg endaði á sjúkrahúsinum, tí barnið í búkinum gjørdi vrøvl.

 

Eg ætlaði annars at tosa um eina lóg, sum ikki riggar. Eina lóg, sum gevur nøkrum kvinnum rætt til nakað, sum aðrar kvinnur ikki fáa rætt til. Eg ætlaði at tosa um tilvild og rættartrygd.

 

Men manglandi rættartrygdin hjá føroyskum kvinnum, ið ynskja fosturtøku, er bara ein av heilt stóru skeivleikunum, sum kvinnur uppliva.

 

Í mínum arbeiði seinastu árini havi eg eisini verið við til at kanna javnstøðuna í Føroyum. At tað í høvuðsheitum eru menn, sum sita á tungu nevndarsessunum. At tað eru menn, sum taka avgerðirnar. At tað eru menn, sum eiga pengarnar. Og at tað eru kvinnurnar, sum bera fíggjarligu avleiðingar av at eiga børn.

 

Tað vil eg broyta. Kvinnur og menn skulu hava eins góðar fortreytir í okkara samfelag.

 

Men í mínum arbeiði havi eg eisini sæð, at føroyska løgreglan illa fær arbeitt við talgildum harðskapi móti kvinnum. Og at tað næstan altíð eru menn, sum fremja harðskap á kvinnur, og ikki øvugt. At tað sum heild er vandamiklari at vera kvinna.

 

Tað skal ikki vera soleiðis. Tað skal vera líka trygt at vera maður og kvinna í Føroyum.

 

Tí skal talgildur ágangur, kroppsligur og kynsligur harðskapur móti kvinnum revsast harðari. Tað er ikki so langt síðani, at tað var lógligt ”at buka konuna”. Revsikarmurin fyri harðskap av øllum slagi móti kvinnum er framvegis ov linur samanborðin við onnur lógarbrot. Nú haldi eg, at kvinnurnar hava uppiborið rættsliga uppreisn.

 

Men eg vil eisini arbeiða við hugburðum. Eg vil, at vit styrkja undirvísingina um kynslív. Men eisini um javnstøðu. Eg vil, at vit læra okkara ungu, at tað er OK at vera øðrvísi. Og at mann kann vera kvinna og maður uppá fleiri mátar.

 

Vit mugu styrkja rættin hjá øllum at vera soleiðis, sum tey eru. Og tryggja, at eingin skal uppliva ágang ella harðskap vegna sítt kyn, sín húðarlit. Ella vegna sín kynsliga samleika.

 

Um eg verði vald á løgting, lovi eg, at eg fari at taka hesi málini upp aftur.

 

Eg fari at virka fyri, at harðskapur móti kvinnum  - talgildur ella ikki – verður revsaður harðari. Eg fari at virka fyri, at tær kvinnur, sum uppliva elting, sálarligan ella kroppsligan harðskap í gerandisdegnum fáa eina uppreisn í rættarskipanini. Eg fari at virka fyri, at revsingin fyri neyðtøku verður herd. At Kvinnuhúsið fær hægri játtan. Og at vit fáa eina fosturtøkulóg, sum í øllum førum tryggjar, at allar kvinnur í Føroyum hava somu rættindi.

 

Og so fari eg í øllum mínum virki allatíð at arbeiða fyri, at javnstøðan millum kvinnur og menn batnar.

 

Við ynskinum um, at vit fáa eitt samfelag, har vit síggja javnstøðu sum eina styrki, heldur enn avbjóðing. Eitt samfelag, ið hevur sum útgangsstøði, at øll skulu hava somu møguleikar.

 

Hetta vil eg virka fyri á løgtingi.

 

 

 

Malan á Dunga,

 

valevni fyri Javnaðarflokkin