Sjálvandi skal Tórshavnar Kommna hugsa stórt, livandi og umfevnandi, men eg sakni ein greiðari boðskap og ætlan fyri, HVUSSU vit ynskja at viðlíkahalda alla kommununa. So at fólki sum her virkar og býr, upplivir størri nøgdsemi og framburð
Um kommunan skal fáa fólkið við til stórar byggiætlanir, so krevst at tey eisini síggja, at kommunan er góð við tað, sum hon eigur og varðar av.
Um kommunan ikki gongur fremst á hesum økinum, kunnu vit heldur ikki vænta, at tann einstaki ger tað.
Eg hugsi bæði um smærri og størri viðlíkahaldsuppgávur. Eg eri ikki í iva, at tað hevði tænt og gjørt gerandisdagin hjá tí einstaka nógv lættari og hugnaligari, enn vit gera okkum far um.
Størri, framfýsin og munagóð orka og peningur má setast inn/raðfestast til m.a:
· at gongugøtur, kantsteinar og fløtur verða tillagaðar, so øll kunnu ferðast/brúka tær, eisini tey ið bera brek,
· at fáa smærri “bústaðar” gøtur asfalteraðar,
· at tryggja at grønu fríøkini altíð eru vøkur at njóta,
· at veitir og rennir verða gjørdar, so tær aftur megna áarføri,
· at gonguteigar koma, og fleiri sniðgøtur, har ótrygt og hættisligt er at ferðast yvirum vegir, serliga har bussar steðga og nógv ferðsla er,
· at ein greið býarætlan er, hvussu vit best varveita og fríðka húsaognir/fornminir í kommununi,
· at kloakkskipanin, sum er útav lagi vánalig í Havnini og sum er til stóran ampa fyri privatar og handilsbústaðir, av álvara verður bøtt um,
· at skøran ikki yirtekur náttúruna,
· at fleiri ruskíløt koma upp og eru sjónlig, so tað er lætt og skjótt hjá fólkið at beina rusk burtur, so tað ikki liggur og sløðis í bygd og bý,
Viðlíkahald kostar, tað vita vit, men tað er væl dýrari at lata vera. Tær smáu broytingarnar fyri einstaka fólkið/familjurnar hava nógv størri týdning í gerandisdegnum, enn vit halda.
Sær og upplivir fólkið, at Tórshavnar Kommuna er betri og raskari at seta munagott viðlíkahald á dagsskrá, so er vælviljin til aðrar og størri íløgur nógva ferðir størri.
Hesum vil eg virkað fyri.
Súna Mørk,
X við valevni hjá Javnaðarflokkinum