Hvørjar tíðir skal býráðsarbeiði verða?
Ein býráðssessur er ikki eitt fulltíðarstarv og tí skal sessurin passast við síðurnar av tínum borgarliga starvi.
Tað kann sjálvandi verða ein avbjóðing, tí nógv arbeiða t.d. skiftandi tíðir ella mugu av og á arbeiða yvir.
Elin Lindenskov nevndi trupulleikan herfyri í grein, sum hon gjørdi við Sosialin. Tá hon hyggur aftur á síni 24 ár í býráðnum, hevði hon ynskt, at tíðirnar, ið nevndararbeiði og annað bleiv hildið, kundi passar betur við familjulívið. Tá arbeiðstíðirnar vórðu skeivar var tað ikki beinleiðis ein eggjand hjá ungum familjufólki at stilla upp til býráðið.
Sjúrður Olsen sigur tað øvugta við in.fo í gjár. Han mælir hinvegin til, at tíðirnar, ið býráðið er saman skuldi alt verið lagt aftaná arbeiðstíð, so tað ikki órógvaði eins starv. Sjúrður Olsen hevur ivast hvørt hann skuldi stilla upp til býráðið og tað var júst starvið, ið tók nógva tíð, sum fekk hann at ivast.
So er spurningurin um nakar fer at gera nakað við málið. Antin at broyta tíðirnar so tær liggja í arbeiðstíð, ella broyta tær so tær liggja púra uttanfyri arbeiðstíð.