Týdningarmiklir spælarar verða ikki við, tá føroyska fótbóltslandsliðið spælir HM-undankappingardyst ímóti Andorra í Andorra La Velle, leygardagin 25. mars klokkan 17.
Brandur H. Olsen verður uttanfyri stóran part av hesum árinum, og Sonni Ragnar Nattestad verður ikki tøkur fyrrenn í summar. Samstundis hevur Andorra í vikuni vunnið 2-0 á San Marino á útivølli, og hevur tí fingið styrkt sær sjálvsálitið áðrenn teir møta Føroyum.
Saman við Tróndi Arge umrøddu vit hesar spurningarnar í "Fótbóltspanelinum" á Rás2 í dag:
1) Hvussu eigur Lars Olsen, landsliðsvenjari at manna verjuna og miðjuna ímóti Andorra?
2) Clayton Soares málið
3) Klaksvíkskappingin, sum er hetta vikuskiftið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Tróndur Arge hevði at siga um hesi evnini.