Hybrid bilar sleppa ikki undan avgjøldum

Fríggjadagin verður lógaruppskotið um avgjaldslætta til elbilar lagt fyri Løgtingið

##med2##

Men talan er ikki um at leingja galdandi lóg, tí nú verða hybridbilar og plugin hybrid bilar tiknir úr lógini. Men tað verður tó ikki fyrr enn 1. juli, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Lógin um avgjaldslætta til grønar bilar hevur verið galdandi í nøkur ár. Men hon hevur hvørja ferð verið avmarkað, og tí er hon longd nakrar ferðir. 

Tá seinasta samgonga longdi lógina fyri tveimum árum síðani varð lógin broytt soleiðis, at hybrid bilar og plugin hybrid bilar eisini komu undir lógina. Hybrid merkir »blending«, at bilurin bæði hevur ein elmotor og ein bensin- ella dieselmotor - at hann hevur ein »blendingsmotor«, kundu vit sagt. Ein tøkni, ið var vælumtókt, áðrenn elbilarnir rættiliga fingu fótin fyri seg. 

Hybridbilar hava eitt lítið battarí, sum teir løða undir koyring. Plugin hybrid bilar hava eitt størri battarí, sum skal løðast við el, eins og elbilar. Men teir koyra ikki líka langt upp á hvørja løðing, kanska 60 til 80 kilometrar – og koyra annars við bensin ella diesel.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði í samrøðu við FM1 í gjár, at avgjaldslættin fyri hybrid og plug in hybrid bilar fellur burtur 1. juli í ár, og at tað er eftir tilmælum í sambandi við veðurlagspolitikkin, sum Løgtingið hevur samtykt. 

Aksel V. Johannesen segði eisini, at lógin, sum nú verður samtykt, verður galdandi við afturvirkandi kraft frá 1. januar, tá hon annars fór út gildi. Tað vil siga, at tann, sum hevur keypt ein elbil í ár og goldið fult avgjald, fær tann partin aftur, sum ásett er í lógini.

 

 

Trýst á pílin fyri at hoyra samørðuna, sum Árni Gregersen hevði við Aksel V. Johannesen á FM1 í gjár