I AM aftur á pallinum

Gospelrockbólkurin I AM hevur fingið nýggja heimasíðu, og leygarkvøldið skal bólkurin hava sína fyrstu konsert í ár.

Nýggja heimasíðan hjá I AM er forritað av Krea, og arbeitt hevur verið við henni í eina tíð. Nú er síðan liðugt, og hon kann síggjast á www.iam.fo
Umframt nýggja heimasíðu hevur I AM eisini mannað seg upp til eina framførslu. Bólkurin fer at spæla til árligu HMU-konsertina, sum verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið. Hetta er fyrsta framførslan hjá I AM síðani oktober mánað í fjør.