I AM eru ? nakað fyri seg.
Bólkurin blandar kristiligan boðskap og rocktónleik í eitt tónleikabland, ið hevur givið teimum undirtøku, sum neyvan nakar føroyskur gospelbólkur av hesum slagi áður hevur havt.
Teir hava verið virknir í fleiri ár og hava verið væl umtóktir, men summi hava havt hug at kalla tónleikin hjá teimum bygdaligan.
Men soleiðis er ikki longur.
Við nýggju útgávuni áðrenn jól staðfesti bólkurin, at teir eru nógv broyttir, tónleikurin er vorðin modernaður, og sangirnir, sum altíð hava verið styrkin hjá bólkinum, standa framvegis mát ? eisini í nýggja búnanum, har løgin ljómborðsljóð og hoppandi teldutrummum verða rend saman við vanligu ljóðførini.
Og undirtøkan, sølan og levnaðurin til framførslurnar hjá teimum vísa, at teirra dagførdi gospelrockur er móttikin við opnum ørmum allastaðni.
Ovfarnir av móttøkuni
Longu fyrstu vikuna, eftir at fløgan Xthree.one.four var komin út, varð greitt, at her var talan um fløgu, sum fór at selja væl.
? Vit vóru fullkomiliga tiknir á bóli av tí frálíku móttøkuni. Vit hildu kortini sera tætt at kroppinum, og nærum eingin slapp at hoyra nakað av fløguni, áðrenn hon kom út, so vit vóru sera spentir hvat áhoyrarar fóru at halda um fløguna. Tey nærmastu siga altíð at tað ljóðar væl, men tá miðlar, tónleikarar, ummælarar og fólk yvirhøvur fegnast um úrslitið, tá gleðir tað sjálvandi okkum sera nógv, sigur Birgir Sigurðsson, sangari í bólkinum.
? Tað er trupult at siga, hví fløgan hevur fingið slíka móttøku. Hetta er er ikki júst fólksligur tónleikur sum til dømis Frændur ella Magni Christiansen, men tað er ymiskt, sum kann hava hjálpt til við áhuganum. Millum annað koma fáar rockfløgur út í Føroyum, so um man gevur eina slíka fløgu út til røttu tíðina, kann man rættiliga fáa vind í seglini.
? Saman við góðari marknaðarføring og sera nógvari orku frá okkum øllum í bólkinum, hevur alt gingið upp á stás. Kanska er fløgan eisini bara góð.
Spælt allastaðni
I AM hevur gjørt nógv fyri at føra seg og tónleikin hjá sær fram. Teir hava spælt til óteljandi tiltøk seinastu vikurnar, og teir hava verið við til evarska smá og risastór tiltøk. Einki hevur ligið á láni.
? Tað er strævið at skula spæla so nógv, men tað hevur eisini verið stuttligt og minniligt. Vit byrjaðu longu í september mánaði at gera promotion fyri fløunga, og síðani hava vit spælt til eina rúgvu av tiltøkum. Tá man sum kristin rockbólkur vanliga spælir fyri fullan útblástur, er tað altíð áhugavert og annaðleiðis at royna onnur tiltøk enn tær vanligu høll-konsertirnar, sigur Birgir Sigurðsson.
? Allar framførslur hava sína sjarmu og geva okkum nakað, men hesaferð vóru tað serliga útgávukonsertin hjá okkum á Eiði og Nýggjárskonsertin í Havnini, ið standa eftir.
? Á Eiði vóru vit so hepnir at sleppa at hava fyrstu konsert yvirhøvur í teirra nýggju ítróttarhøll, so tað vóru vit sera glaðir fyri. Bygdarráðsformaðurin kom og klipti tráð og helt røðu, tað høvdu vit ikki upplivað fyrr.
? Vit høvdu ikki roynt at spæla til Nýggjárskonsertina áður, so vit vóru eitt sindur í iva um, hvat vit skuldu vænta. Fóru hesu ungu havnafólkini halda okkum vera yt ella bygdasligar. Vit funnu skjótt útav, at fólk dámdu okkum sera væl og vóru við frá okkara fyrsta tóna. Tey sungu við av lív og sál og klappaðu okkum enntá uppaftur. Tað er altíð stuttligt at hoyra 1.300 fólk duga tínar sangir uttanat, sigur Birgir Sigurðsson.
Seta kós út í heim
Nú hevur I AM mest sum tráðroynt á føroysku grunnunum, og teir hava sett kós út í heim til nýggjar fiskileiðir.
? Okkara ætlanir eru nú at koma víðari út í heim. Vit hava eina nýggja fløgu í viðførinum, og hon kann nýtast til at marknaðarføra okkum uttanlands eisini, sigur Birgir Sigurðsson.
? Vit hava fingið sera nógvan respons uttanlands, frá festivalum, miðlum, søluumboðum og øðrum. Vit hava verið uttanlands áður og spælt, so vit hava fleiri kontaktir uttanlands at senda tilfar til. Umframt tað hava vit seinastu mánaðirnar havt samband við fleiri søluumboð í Norðurlondum og verður xthree.one.four útgivin uttanlands um nakrar mánaðar. Hetta verður nokk meira at frætta um heilt skjótt.
? I AM fara heilt vist at spæla uttanlands í summar. Vit vunnu Gospel Prix 2003, og har var vinningurin at koma uttanlands at spæla á einum stórum festivali. Vit hava eisini havt samband við fleiri aðrar festivalar, sigur Birgir Sigurðsson, sum tó vil bíða eitt sindur við at vera meira ítøkiligur um útlendska áhugan.
Men við einum tryggum føroyskum palli sum grundarlagi, ætlar bólkurin at royna flogið uttanfyri landoddarnar.
Og so fæst at síggja, um I AM eisini har eru ? nakað fyri seg.