Í barnagarði ynski eg...

Sangurin hjá Hjørdis og gentunum er háaktuellur. Ein loysn má finnast, so børn bæði sleppa og tíma at ganga á dagstovni.

 

Tí skal landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, nú svara uppá, hvussu hann tryggjar, at løgtingslógin um dagstovnar og dagrøkt verður fylgd. Lógin, sum skal tryggja, at børn hava góðar og mennandi umstøður á dagstovnaøkinum.

 

Samgongan hevur sett sær fyri, at menna dagstovnaøkið. Starvsfólk skulu hava betri stundir til at skapa trivnað og menning. Møguleiki skal vera fyri eftirútbúgving og førleikamenning og ein eyka flokkur av námsfrøðingum verður tikin upp á Setrinum longu í heyst. Eisini skulu lønirnar lyftast á umsorganarøkjunum og arbeiðsvikan styttast. Nakað, sum Tjóðveldi hevur stríðst fyri í áravís.

 

Hetta er í evstu løtu, tí leiðarar og starvsfólk hava rópt varskó í áravís. Fleiri teirra hava stungið í sekkin og eru farin úr starvi. Tey fara í onnur størv – ofta á einum heilt øðrum øki enn dagstovnaøkinum. Vit síggja tí námsfrøðingar innan t.d. eldraøkið og í privatu vinnuni. Námsfrøðingar, sum vit hava alstóran tørv á – á dagstovnaøkinum.

 

Foreldur gera eisini vart við sína ómegd. Tey fáa ikki gerandisdagin til at hanga saman, tí dagstovnar og starvsfólkini ikki hava umstøður at veita teirra kjarnuuppgávu – at virka fyri uppaling og menning av børnunum sambært fullgóðari námsfrøðiligari stevnu, sum tað stendur í løgtingslógini um dagstovnar og dagrøkt.

 

Og nú hava børnini eisini fingið nokk. Lítli Fríði vil ikki ganga í barnagarði longur. Barnagarðurin, sum annars sambært endamálsorðingini í lógini, átti at givið honum eitt trygt og mennandi umhvørvi. Men soleiðis er eftir øllum at døma ikki í løtuni.

 

“Men hví er tað ongin, sum hugsar um meg

 

Men bara um bilar og stóran veg”

 

Liljan Weihe

 

Løgtingskvinna, Tjóðveldi