Í líratíðini kunnu einstakir lírar sløðast ymsastaðni. Ungin flýgur úr bakkanum í myrkri og er órógvandi ljós á leiðini, er skjótt, at lírin endar millum húsini, soleiðis sum hesin á myndini

Í dag er líradagur og líratíðin nærkast

Størsta líraoyggj í Føroyum er ivaleyst Skúvoy, men fitt av skrápi reiðrast eisini aðrastaðni. Skrápur reiðrast á fleiri støðum kring landið, men á fleiri støðum eru bara nøkur fá pør.

 

Í líratíðini kunnu einstakir lírar sløðast ymsastaðni. Ungin flýgur úr bakkanum í myrkri og er órógvandi ljós á leiðini, er skjótt, at lírin endar millum húsini, soleiðis sum hesin á myndini

Líradagur er í dag, 26. august, og tá plagdu menn í ávísum oyggjum, har skrápur reiðrast, at draga líra. 

 

Skrápur, sum er hin gamli fuglurin, reiðrast í djúpum holum í moldbakka ella urðagróti, og líri varð drigin við stívum jarntráði við króki í endanum. 

 

Eina ella tvær vikur eftir líradag, plagdu menn at fara í urðina ella í bakkan at taka líra við lykt á kvøldi. 

 

Nú var ungin vorðin so mikið búgvin, at hann byrjaði at koma út úr holuni í kvøldarmyrkrinum at royna sínar veingir. 

 

Skrápur reiðrast nógvastaðni í Føroyum, men flestu líralond eru smá við lutfalsliga lítlum tali av búfugli.

 

Størsta líraoyggj í Føroyum er ivaleyst Skúvoy, men fitt av skrápi reiðrast eisini aðrastaðni, eitt nú í Sandoy, Koltri, Stóru Dímun, Nólsoy og Trøllhøvda - bara fyri at nevna nakrar av oyggjunum.

 

##med2##

 

Skrápur reiðrast eisini fleiri aðrastaðni kring landið, men á fleiri støðum eru bara nøkur fá pør.

 

Taka vit størsta líralandið, sum er Skúvoy, verður líri ikki veiddur her nú sum áður. Tað var tann tíð, tá nakrir túsund lírar vórðu tiknir í bakkanum við lykt á hvørjum heysti. 

 

Á grannastevnu seinnu árini hava skúvoyingar ásett eitt mesta tal av líra fyri hvørt húsarhald í bygdini og tíðin, nær farast kann á líraveiði, hevur eisini verið avmarkað til eina viku.

 

Tey eru mong, sum ongantíð hava etið líra, men flestu, sum hava roynt fuglin, halda, at hann er sera vælsmakkandi.

 

 

Í líratíðini kunnu einstakir lírar sløðast ymsastaðni. Ungin flýgur úr bakkanum í myrkri og er órógvandi ljós á leiðini, er skjótt, at lírin endar millum húsini, soleiðis sum hesin á myndini

Á myndini eru nakrir lírar, sum eru tiknir í Sandoynni