Í dag verður sjøtil settur á nýtt politiskt ár og harvið nýggja tingsetu. Tingsetan er frá á ólavsøku og til á ólavsøku, og harvið verður í dag farið undir 2014 tingsetuna.
Tað er ásett í stýrisskipanarlógini, hvussu politiski nýggjársdagurin skal haldast:
§ 10. Løgtingssetan byrjar ólavsøkudag og heldur á til ólavsøkudag árið eftir.
Stk. 2. Ólavsøkudag ganga løgtingsformaður, løgtingsmenn, løgmaður, landsstýrismenn og embætismenn skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna, har gudstænasta verður hildin, og síðan aftur í tingið. Løgtingsformaðurin ger av, hvørjir embætismenn eru við í skrúðgonguni, og hvussu gongan er skipað.
Stk. 3. Løgtingið verður sett aftur ólavsøkudag kl. 13.00.
§ 11. Samkomustaður løgtingsins er Tórshavn. Í serstøkum føri kann løgtingið tó koma saman til fundar á øðrum staði í landinum.
§ 12. Á ólavsøkufundinum greiðir løgmaður frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja.
Stk. 2. Við støði í røðu løgmans tekur tingið innan 6 yrkadagar støðu landsins til umrøðu.
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, hevur boðað frá, at umrøðan av løgmansrøðuni verður mánadagin 4. og týsdagin 5. august.