Í dag eru 30 oyru á muni á bensini

Tað er ikki líka mikið, hvat oljufelag tú velur í dag. Tí stórur munur er á prísinum.

Tað er oljufelagið Magn, sum hesaferð var tað fyrra at hækka prísin. Magn hækkaði prísin í gjár, soleiðis at ein litur av bensini hjá magn í dag kostar 13 krónur og 48 oyru. Tað eru 30 oyru meira fyri liturin, enn prísurin er hjá kappingarneytanum Effo. Har kostar ei litur av bensini 13 krónur og 18 oyru.

 

Lesið eisini: Oljuprísurin er nú methøgur í Føroyum

 

Burrtursæð frá bensininum, og kosta ymsu sløgini av diesel og húsarhaldsolju 25 oyru meira hjá Magn enn hjá Effo í dag.

 

Dagsins prísir hjá ávikavist Effo og Magn (prísir í krónum):

 

  

Effo

 
 

Magn

 
 

Munur

 
 

BLÝFRÍTT 

 
 

13,18

 
 

13,48

 
 

-0,30

 
 

DIESEL 

 
 

12,34

 
 

12,59

 
 

-0,25

 
 

BÁTADIESEL 

 
 

11,91

 
 

12,16

 
 

-0,25

 
 

BÁTADIESEL+ 

 
 

12,73

 
 

12,98

 
 

-0,25

 
 

GASSOLJA 

 
 

11,48

 
 

11,73

 
 

-0,25