Í dag gekk alt KÍ eftir vild

Kvinnur: Ósigraða liðið í Klaksvík vann á heimavølli, og báðir kappingarneytarnir snávaðu

Maria Biskopstø skoraði fyrra málið, tá ið KÍ við 2-0 heimasigri ímóti HB styrkti um sína støðu sum topplið. Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo

Hetta var dagur í viku hjá KÍ kvinnunum, sum av álvara styrktu um sína støðu í kappingini at endurvinna FM heitið. Merkisvert er tað, at kvinnurnar hjá KÍ hava ikki tapt higartil í ár, og at menninir hjá KÍ ikki hava tapt higartil í ár.

 

Í dag høvdu KÍ kvinnurnar vitjan av HB, sum fyrr í ár tvær ferðir hevur megnað málleysan javnleik ímóti KÍ.

 

Í dag eydnaðist tað heimaliðnum í Klaksvík at vinna 2-0 ímóti HB. Tølini siga, at KÍ var omaná. KÍ vann átta hornaspørk, og HB vann tvey hornaspørk, og KÍ hevði fleiri royndir ímóti málinum, enn HB hevði.

 

Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.

 

Maria Biskopstø, ið er kend sum rennari, hevði ongantíð verið á besta KÍ liðnum, tá ið hon fyrst í mai mánað var við í 5-1 sigrinum ímóti AB/B71. Í dag var 19 ára gamla Maria fyri 10. ferð á besta liðnum í landskappingardysti, og í dag skoraði hon fyri sættu ferð.

 

Tað kemur væl við, at Maria Biskopstø nú tekur fótbóltin í stórum álvara. Hervør Olsen, sum var toppskjútti og landsliðsspælari, er langtíðarstødd, og Evy á Lakjuni, sum seinnu árini og eisini fyrr í summar var drúgvur málskjútti, er farin av aftur landinum í útbúgvingarørindum.

 

Í fjórða minutti í dag ímóti HB setti Maria Biskopstø hol á, og tríggjar minuttir undan steðginum økti Jancý Mohr um munin til 2-0, sum eisini varð úrslitið.

 

EBS/Skála og KÍ hava í nógv umfør ligið stavn um stavn í kappingini um fremsta plássið. Í dag var EBS/Skála í Gundadali, har tað eydnaðist B36 at halda tørn um málleysan javnleik. Tað ber við sær, at KÍ nú er tvey stig frammanfyri EBS/Skála. Um tvær vikur verður toppdystur, tá ið EBS/Skála fær vitjan av KÍ.

 

Í Runavík var grannauppgerð millum NSÍ og Víking. NSÍ var undan hesum umfarinum trý stig aftanfyri tey bæði oddaliðini.

 

Fyrr í ár hava liðini vunnið eina innanhýsis grannauppgerð í part. Víkingur vann í triðja umfari 3-2 í Runavík, og NSÍ vann í níggjunda umfari 6-4 í Gøtu.

 

Í dag var aftur talan um útisigur, tí Víkingur vann 1-0 í Runavík.

 

Miðvallarin og landsliðsspælarin Jensa Tórolvsdóttir skoraði sigursmálið miðskeiðis í fyrra hálvleiki.   

 

07 Vestur hevur fyrr í ár vunnið tvær ferðir ímóti AB/B71. Hesi bæði liðini eru nýggj í bestu deildini, og aftur í dag vann 07 Vestur. Úrslitið var 3-1 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Evelin Da Silva Mastropasqua var tvífaldur málskjútti – til 1-0 og 3-0 – og Heidi Maria Akselsen skoraði til 2-0. Judith Rasmussen minkaði um munin til 3-1.

 

 

 

KÍ - HB 2-0 (2-0)

 

1-0: Maria Biskopstø 4.

 

2-0: Jancý Mohr 42.

 

 

 

NSÍ - Víkingur 0-1 (0-1)

 

0-1: Jensa Tórolvsdóttir 23.

 

 

 

B36 - EBS/Skála 0-0

 

 

 

07 Vestur - AB/B71 3-1 (2-0)

 

1-0: Evelin Da Silva Mastropasqua 9.

 

2-0: Heidi Maria Akselsen 31.

 

3-0: Evelin Da Silva Mastropasqua 55.

 

3-1: Judith Rasmussen 68.

 

 

 

171160561139
EBS/Skála171142351337
NSÍ171034622433
HB17836462127
Víkingur17827442726
B3617629314020
07 Vestur174013195212
AB/B7117001771120
Máltindurin 
Heidi Sevdal NSÍ28
Lea Lisberg EBS/Skála19
Hervør Olsen KÍ13
Jensa Tórolvsdóttir Víkingur12
Hanna I. Højgaard Víkingur10

 

 

 

Leygardagin 25. september

 

EBS/Skála – KÍ

 

07 Vestur – B36

 

Sunnudagin 26. september

 

HB – NSÍ

 

AB/B71 - Víkingur

 

Maria Biskopstø skoraði fyrra málið, tá ið KÍ við 2-0 heimasigri ímóti HB styrkti um sína støðu sum topplið. Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo