Í dag hatíðarhalda tey at Sankta Frans Skúli verður 90 ár

Í dag eru 90 ár síðani, at Fransiskanarasystrarnar í Føroyum byrjaðu Sankta Frans skúla í Varðagøtu í Havn.

Fyri ta tíð høvdu tær í tvey ár havt skúla hjá Klett niðri í Bringsnagøtu. Hátíðarhaldið byrjaði klokkan 9, har Auslaug Olsen, skúlastjóri, beyð vælkomin.

Hetta var byrjanin uppá eitt hátíðarhald fyri skúlanum, ið vanliga verður nevndur Nonnuskúlin, á 90 ára degnum. 

Eftir hetta vóru kórframførslur og røður. 

Tvey barnakór sungu, fyrst yngra kórið og síðan eldra kórið. Eisini høvdu lærararnir vant við einum kóri til hendan stóra dagin. Og saman sungu so øll ein serligan føðingardagssang, ið Poulina Slættanes hevði skrivað til skúlan.

##med2##

##med3##

 

Røður vórðu hildnar, eitt nú Djóni N. Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum og Heðin Mortensen, borgarstjóra. 

##med4##

##med5##

##med6##

 

Báðir nýttu teir eisini høvið at handa skúlanum eina gávu. Heðin Mortensen handaði eisini nonnunum, ið vóru til staðar, eina gávu frá Tórshavnar Kommunu.

At enda helt Sigrið Hansdóttir úr 7. a eina góða næmingaráðstalu.

Eisini vísti 5. flokkarnir ein leik í fimleikahøllini.

Nógv fólk vóru samlaði til hesa hugnaløtuna, ið var í skúlanum. Bæði næmingar, foreldur, ommur, abbar, lærarar, fyrrverandi lærarar, fyrrverandi næmingar, politikarar og onnur vitjaðu.

Skúlin hevði opið hús frá 9.00-13.00 og bjóðaði kaffi og lagkøkur til øll vitjandi í dag.

 

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##