Fyri nøkur av teimum spentastu byrjar G! Festivalurin longu í dag kl 16. Tí tá letur tjaldingarøkið upp.
Í tí sambandinum kemur ein ordans innrás av grømmum og glaðum tjaldarum til Gøtu. Seinastu árini hava tað savnast yvir 1.000 tjaldarar út á seinnapartin inntil dyrnar til tjaldingarøkið vera latnar. Í ár letur upp kl 16.00 (ikki kl 18 sum seinasta ár). Tað er ein øgiligur gravgangur og kapprenning um at fáa bestu plássini at seta tjøldini á.
Tey sum vilja býta atgongumerkir um við armbond, áðrenn tey leggja leiðina til tjaldingarøkið kunnu leita sær inn í SMS í Havn ella Tøting í Syðrugøtu, at býta atgongumerki um við armband. Til ber eisini at fáa armbandið á tá komið verður á staðið í dag.
Viðhefta myndin er frá seinasta ár tá dyrnar júst eru latnar upp og tjaldararnir tysja um kapp inn á økið at finna sær tey bestu plássini.
Í morgin, hósdag, byrjar so sjálvur festivalurin formliga.
Eitt video frá somu hending sæst her:
https://www.facebook.com/photo.php?v=10151786309076779&set=vb.119006594776925&type=3&theater