Tað gekk ikki, sum tað sambært styrkismetingini kundi verið roknað við, tá ið Føroyar í dag í talv OL í Tromsø dystaðust við Nicaragua.
Hóast allir teir føroysku telvararnir hava hægri styrkistal enn mótstøðumenninir í dag, og hóast Føroyar eru styrkismettar sum nummar 72 og Nicaragua sum nummar 109, so taptu Føroyar í dag.
Úrslitið var 2 ½ - 1 ½ til Nicaragua. Einasti føroyingurin, sum vann fulla úrtøku, var Helgi Dam Ziska á fyrsta borði. Høgni Egilstoft Nielsen á fjórða borði telvaði remis, meðan fyrst Olaf Berg og síðani John Rødgaard taptu.