Í dag vann Pílur trivaligan sigur

5-mannafør gentur 14-16 ár: Genturnar í Knørrafelagnum vóru væl undan Kolli úr Kollafirði

Á norðoyastevnu var tað so javnt og tætt, at tað ikki bar til at taka dagar ímillum, og so fingu bæði Pílur og Pílur sjey stig.

 

Í dag var eingin ivi, tá ið genturnar kappaðust á sundalagsstevnu í Hvalvík. Á málinum var tað leyst millum Píl og Koll, og harvið er Pílur á odda í FM kappingini.

 

Í startspurtinum var tað Tekla úr Klaksvík, sum stakk seg framum hinar bátarnar, og eina løtu vóru tað bæði tríggir og fýra bátar, sum kappaðust um fremsta plássið.

 

Á málinum var Ørnin úr Sandavági, sum var á triðja plássi, og Gulin, sum er nýggjur bátur hjá Havnar Róðrarfelag, var frammanfyri Teklu.

 

1 Pílur (RK)05:31.10+00.007 
2 Kollur (KÍF)05:35.44+04.346 
3 Ørnin (SÍF)05:39.30+08.205 
4 Gulin (HR)05:40.49+09.394 
5 Tekla (KRF)05:41.28+10.183 
6 Spógvin (NSÍ)05:42.32+11.222 
7 Broddur (Sumba)05:43.40+12.301 
8 Geytin (TIND)05:48.24+17.140 
9 Falkur (HVR)05:57.31+26.210 
10 Æðan (AR)05:59.19+28.090 
11 Títlingur (HR)06:09.14+38.040

 

https://rsfurslit.fo/