Í dag verða einnýtslu gaflar og knívar úr plasti bannaðir í Onglandi

Nýggju reglarnir raka allar handlar og matstøð, tí stjórnin æltar at minka um plastdálking

 

Tað verða settar í gildi avmarkingar fyri eingangstallerkum í Bretlandi, bakkum og skálum úr plasti fyri at minka dálking. (Arkivfoto). - Foto: Patrick T. Fallon/Ritzau Scanpix

Enskt forboð og avmarkingar ímóti nýtslu av einnýtslu plasti kemur í gildi í dag, skrivar tíðindastovan dpa.

Nýggju reglarnar raka allar handlar og matstovur. Reglarnar merkja, at ávísar einnýtsluvørur ikki longur kunnu seljast.

Eitt líknandi forboð er longu í Skotlandi, meðan eitt forboð eisini er á veg í Wales, skrivar bretski miðilin Sky News.

Bannið snýr seg til dømis um einnýtslu gaflar og knívar og ávís sløg av flamingokoppum. Samstundis verða settar avmarkingar fyri einnýtslu tallerkum, bakkum og skálum av plasti.

Bretska stjórnin boðaði frá lógarbroytingini í januar sum ein liður í at stríðast ímóti plastdálking.

Stjórnin metir, at onglendingar brúka 2,7 milliardir palstikklutir um árið, fyri tað mesta plastikk gaflar og knívar.

721 milliónir eingangstallerkar verða brúktir hvørt ár. Bara tíggju prosent at teimum verða endurnýttir.

– Forboðið er næsta stóra stigið í ætlan okkara at berja niður skaðiliga plastdálking, sigur Rebecca Pow, sum er umhvørvisráðfrú.

Síðstu vikuna hava myndugleikarnir mint handilsrekandi á lógina, tí tey stúra fyri, at nógv ikki hava hugsað um broytingarnar.

Sambært stjórnini hava fólk tikið væl ímóti broytingunum. Fleiri handilsrekandi hava tó heitt á politikararnar um at víðka lógina.

Sambært eini kanning hjá YouGov fyri JustEat halda 70 prosent av øllum vaksnum í Bretlandi, at stjórnin eigur at taka størri stig fyri at berjast ímóti nýtsluni av plasti.

Tildømis halda 73 prosent sambært kanningini, at eisini einnýtsluíløt úr plasti til takeaway eiga at verða bannað.

/ritzau/

 


 

 

Tað verða settar í gildi avmarkingar fyri eingangstallerkum í Bretlandi, bakkum og skálum úr plasti fyri at minka dálking. (Arkivfoto). - Foto: Patrick T. Fallon/Ritzau Scanpix