Setningurin hjá føroysku hondbóltsmonnunum hevur ongantíð verið størri, enn hann er í dag og aftur leygardagin.
Eftir risastóra lopið, sum føroyskur hondbóltur hevur víst á altjóða pallinum seinastu árini, hevur málið verið, at Føroyar skulu vinna seg í EM endaspælið, sum verður í 2024.
Á veg ímóti hesum málinum hava hondbóltsmenninir staðið seg so væl, at teir í dag og aftur leygardagin hava møguleika at vinna seg í HM endaspælið, sum eftir ársskiftið verður í Póllandi og Svøríki.
At tosa um sovorðið hevur inntil fyri ikki so langari tíð síðani kenst veruleikafjart, men nú er tað ein veruleiki, at Føroyar hava møguleika at vinna seg í HM endaspælið í hondbólti fyri menn í 2023.
Tað er ikki hissini mótstøða, sum seinnapartin í dag bíðar føroyska liðnum í Wunderino Arena í Kiel, norðurtýska havnarbýnum og høvuðsstaðnum í landspartinum Slesvig-Holsten, har fyrsta bríksl verður klokkan 17.15. Tað eru 80 km norður til danska markið.
Føroyar eru fyri fyrstu ferð í finalu fyri at røkka HM endaspæli. Endaspælið er annaðhvørt ár, og Týskland hevur verið fastur fúsur í endaspælinum 12 tær seinastu ferðirnar. Síðani Týskland aftur varð eitt ríki, hevur Týskland tvær ferðir vunnið seg í HM finaluna.
Í 2003 tapti Týskland 34 – 31 ímóti Kroatia. Tá var endaspælið í Portugal.
Í 2007 vann Týskland HM. Tá vóru týskarar á heimavølli, og í finaluni vunnu teir 29 – 24 ímóti Póllandi.
Sum fínu hagtølini á hagstovan.fo vísa, so er søgan um Dávid ímóti Goliat í dag og aftur leygardagin, ið er páskaaftan, so beinrakin sum ongantíð áður, tá ið Týskland, ið er fólkaríkasta land í Europa, tá ið sæð verður burtur frá Russlandi, í dag fær vitjan av pinkutjóðini Føroyum. Leygarkvøldið hittast Føroyar og Týskland aftur. Tá verður tað í høllini á Hálsi í Havn.
Teir, sum seinnapartin í dag fara at umboða Føroyar eru
Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71
Útileikarar:
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Leivur Mortensen, Odder Håndbold (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger (NOR)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger (NOR)
Pauli Mittún, H71
Kjartan Johansen, Önnereds (SWE)
Vilhelm Poulsen, Fram (ISL)
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold (DEN)
Nicklas Selvig, KÍF
Rókur Akralíð, HC Odense, (DEN)
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder (DEN)
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger (NOR)
Venjari: Peter Bredsdorff-Larsen
Hjálparvenjari: Lars Møller