Í Havn íðka flest fimleik

Sambært yvirliti hjá ÍSF eru flest íðkarar um hvønn fótbóltsvøll í Klaksvík.

Ítróttarsamband Føroya hevur í dag lagt fram eina nýggja frágreiðing um umstøðurnar hjá øllum ítróttagreinum í Føroyum. Í frágreiðingini, sum kallast Íðkandi og ítróttaanlegg í Føroyum, skjalfestir ÍSF, hvussu nógv íðkandi eru í hvørjari ítróttagrein, hvørji ítróttaanlegg eru í Føroyum, og hvussu umstøðurnar hjá ymsu ítróttargeinunum eru.

 

Frágreiðingin vísir, at tað eru 15.633 íðkandi í Føroyum og at flestu teirra, 4.733 íðka fótbólt. Fimleikurin er á øðrum plássi, við 3.617 íðkarum og hondbólturin á triðja plássi, við 2.068 íðkarum.

 

Í Tórshavnar kommunu eru nógv flest, ið íðka fimleik. Fleiri fólk íðka fimleik, 2.580, enn fótbólt (1.537) og hondbólt (1.007) tilsamans, sum má sigast at vera ein góður vitnisburður til fimleikafeløgini í Havn.

 

Frágreiðingin vísir eisini, hvussu nógv íðkandi eru um hvørt anlegg. Fyri fótbóltsvøllirnar vísir yvirlitið, at flest íðkandi fyri hvønn vøll eru í Klaksvík, har tey eru 496 íðkandi um tann eina vøllin. Í Havn eru 1.537 íðkandi um fýra vallir, ella 384 um hvønn. Tó skal havast í huga, at AB er einsamalt um vøllin á Argjum, meðan arbeiðið at byggja nýggjan vøll í Hoyvík er byrjað. Í Runavíkar kommunu eru tey 277 um hvønn vøll, og í Fuglafirði 219.

 

Frágreiðingin vísir eisini, hvussu nógvir fótbóltsvøllir, sparkivøllir, ítróttahallir, fimleikahallir, svimjihyljar, rennibreytir og so framvegis eru í Føroyum. Víst verður á, at summar ítróttagreinir als ongar hentleikar hava til at mennast, og at støðan hjá teimum er álvarslig.