Í Heimatænastuni í tilsamans 70 ár

Mánadagin vórðu tríggjar kvinnur heiðraðar fyri drúgva og trúgva tænastu í Heimatænastuni.

 

Hildigunn Christiansen og Beinta Sørensen, sjúkrarøktarfrøðingar, hava arbeitt hjá Heimatænastuni í 25 ár. Og Marianna B. Jacobsen, kliniskur dygdarmennari, hevur arbeitt hjá Heimatænastuni í 20 ár.

 

Í sambandi við 25 ára starvsdagarnar segði Elsa Berg, borgarstjóri, millum annað um Hildigunn Christiansen:

 

“Tú er fakliga væl fyri, og tú veit, at umframt at veita hjálp og stuðul í løtuni, so hevur rehabilitering eisini nógv at siga.

 

Bæði starvsfelagar og borgarar eru góð við teg, ikki bara tí tú dugir títt arbeiði, men eisini tí tú er umsorganarfull og tá tað er brúk fyri tí, leggur tú altíð oyra til hjá øllum, sum koma til tín. Og frá tær fáa øll somu viðferð, bæði høg og lág.

 

Tað verður saknur í tær, nú tú verður pensjónerað, og vit vilja ynskja tær alt gott í pensjónistatilveruni.”

 

Og um Beintu Sørensen segði borgarstjórin millum annað:

 

“Tú dugir sera væl at tosa við fólk. Tað sæst eisini aftur í tínum yrki, tí tú dugir væl at tosa við ikki bara borgararnar, men eisini teirra avvarðandi. Av tí sama dugir tú eisini sera væl at loysa konfliktir uppá ein góðan og siðiligan máta.

 

Og tú herjar á. Tú kann fara inn til allar borgarar, tí hjá tær er eingin uppgáva ov stór ella ov lítil. Tað ger teg eisini til eina góða fyrimynd.

 

Vit fegnast um at hava teg í Heimatænastuni og síggja fram til nógv góð ár afturat hesum fyrstu 25.”

 

Hetta skrivar torshavn.fo, og har eru eisini fleiri myndir frá løtuni at síggja.