Í kvøld er Ísland á gosi

B-liðið hjá Íslandi vann stórsigur ímóti fronsku OL vinnarunum

Mynd: mbl.is

Ivaleyst størsta sensatiónin í EM endaspælinum var tað, tá ið Ísland fyri løtu síðani smurdi fronsku OL gullvinnararnar av. Fleiri av bestu íslendsku spælarunum eru raktir av koronu. Hesir vóru ikki tøkir í kvøld:

 

þeir Aron Pálmarsson, Arnar Freyr Arnarsson, Bjarki Már Elísson, Björgvin Páll Gústavsson, Elvar Örn Jónsson, Gísli Þorgeir Kristjánsson, Janus Daði Smárason og Ólafur Andrés Guðmundsson.

 

Tí vóru tað bara 14 spælarar á listanum hjá Guðmundi Guðmundsson, men íslendingar vístu áræði, styrki, skjótleika, hugflogsríkt hondbóltsspæl, og so vístu teir sjálvsálitið, sum er neyðugt, tá ið spælt verður ímóti hondbóltstjóðini, sum saman við Danmark verður roknað at vera størsti favoritturin at vinna EM finaluna.

 

Ísland vann 29 – 21 eftir 17 – 10 í fyrra hálvleiki.

 

Ómar Ingi Magnússon, sum spælir við týska SC Magdeburg skoraði 10 mál, og hann var í kvøld saman við málverjanum Viktor Gísli Hallgrímsson, sum spælir við GOG á Fyn., stóri spælarin Björgvin Páll Gústavsson plagar at vera fyrsti málverji hjá Íslandi. Hann er raktur av koronu, og so fekk 21 ára gamli Viktor Gísli Hallgrímsson av. Hann tók 15 av fronsku skotunum, og tað hevði heilt avgerandi týdning.

 

Sigurin ber við sær, at Ísland framvegis hevur møguleika at røkka í hálvfinaluna.

 

 

 

10 / 3 - Ómar Ingi Magnússon

9 / 1 - Viggó Kristjánsson

- Elliði Snær Viðarsson

- Elvar Ásgeirsson

- Sigvaldi Björn Guðjónsson

- Teitur Örn Einarsson

- Daníel Þór Ingason

 

Mynd: mbl.is