Í kvøld klokkan 19.45 bíðar ein spennandi uppgáva hjá Hákun West av Teigum og liðfeløgunum í Füchse Berlin.
Á heimavølli í Max Schmelling høllini í Berlin tekur spælir Füchse Berlin fyrsta dystin í bólkaspælinum í Champions League.
Mótstøðuliðið í dystinum í bólki A er Veszprem úr Ungarn.
Sambært altjóða veddingarfyritøkunum er talan um ein opnan dyst, har oddsini eru púra jøvn.
Sleppur Hákun upp í part verður tað debutdysturin hjá honum í Champions League. Allar Hondbólts-Føroyar vóna, at tað fer at henda í kvøld.
Í kvøld vóna vit á in.fo at hava ein videosamandrátt frá dystinum millum Füchse Berlin og Veszprem.
##med2##