Í løtuni halda tey ikki at tað skal minka nakað serligt

Suðuroyartunnilin: Í løtuni halda vit ikki, at tað er ráðiligt at Arbeiðsloysisskipanin verður skert nakað nevnivert, sigur formaðurin í stýrinum

Vit hava ikki viðgjørt uppskotið um at lata Als vera við til at fíggja Suðuroyartunnilin. Tað sigur Eyðfinnur Jacobsen formaður í stýrinum fyri Als. Sostatt sigur hann eisini, at hann hevur ongar viðmerkingar til hugskotið um at Als skal fíggja ein part av Suðuroyartunlinum.

 

Í løtuni rinda løntakarar eitt prosent av lønini til Als og arbeiðsgevarar rinda somuleiðis eitt prosent av øllum goldnum lønum í Als. Á borgarafundi í Suðuroy vísti Mourits. M. Joensen, búskaparfrøðingur, á, at ein møguleiki er at seta helvtina av inngjaldinum í Suðuroyartunnilin, tí tað hevði givið yvir 100 milliónir um árið.

 

Hann heldur, at Als hevði saktans tolt, at inngjaldið minkaði niður í helvt í eini 10 ár, tí í løtuni er inngjaldið stórt og útgjaldið lítið, tí vit hava einki arbeiðsloysi.

 

Les eisini: Kunnu taka pengar úr Als til Suðuroyartunnilin

 

Eyðfinnur Jacobsen sigur, at tey hava onga umbøn fingið um nakað í hesum sambandi og hann hevur heldur ongar viðmerkingar til hugskotið. Men hann hevur lagt til merkis, at løgmaður hevur boðað frá, at 100 milliónir skulu setast av til Suðuroyartunnilin um árið frá 2025. hann heldur, at tað kundi verið ein ábending um, at tað er soleiðis, at landsstýrið ætlar at fíggja Suðuroyartunnilin.

 

Annars er tað landsstýrið, sum ásetir inngjaldið til Als, men tað verður altíð gjørt eftir tilmæli frá stýrinum fyri Als. Og í løtuni heldur stýrið ikki, at tað er ráðiligt at minka gjaldið, í hvussu so er ikki nakað nevnivert.

 

Í løtuni er Als grunnurin upp á eina góðar milliard, men stýrisformaðurin minnir á, at fyri tveimum árum síðani rindaði Als einar 125 milliónir í sambandi við koronu-hjálpina. Og hóast tíðirnar eru góðar nú, er tað so ómetaliga skjótt, at vend kann koma í. Vit vita eisini, at tíðirnar skifta, so eftir fleiri ár við góðum tíðum, er væntandi at vend kemur í aftur.

 

Stýrisformaðurin í Als vísir eisini á, at í løtuni eru tíðirnar ógvuliga ótryggar, so samanumtikið metir hann, at tað er av ómetaligum týdningi, at vit hava eitt sterkt Als, sum er væl bjálvað til at taka ímóti einum bakkasti.

 

Annars verður arbeitt við at endurskoða alla skipanina og í hesum sambandi er tað ikki óhugsandi, at Als gjaldið kann minka eitt sindur, leggur hann afturat.