Í minsta lagi 100 eru deyð í gullnámi í Suðurafrika

- Tað hevur eydnast at fáa eina fartelefon upp úr náminum, og á telefonini eru myndir av fleiri tíggjutals líkum

Í kvøld veit tíðindastovan NTB at siga, at í minsta lagi 100 námsarbeiðarar eru deyðir í Suðurafrika, eftir at teir hava verið innistongdir í einum námi.

 

Sagt verður, at námsarbeiðararnir arbeiddu ólógliga í einum gullnámi í North West-landslutinum í landinum, tá teir vórðu innistongdir í november í fjør.

 

Síðan tá hevur verið arbeitt við at bjarga námsarbeiðarunum úr náminum, men tað hevur ikki eydnast, og nú er so langt fráliðið.

 

Í dag sigur ein talsmaður hjá námsarbeiðarum, at tað hevur eydnast at fáa eina fartelefon upp úr náminum, og á telefonini eru myndir av fleiri tíggjutals líkum.

 

Ein løgreglumaður, sum tíðindastovan NTB endurgevur, sigur, at arbeitt verður framvegis við at staðfesta talið av deyðum í gullnáminum í Suðurafrika.