Nú er dagurin nær, og hann verður í morgin, tá Føroya vakrasta hálvmaraton verður í Vágum.
Fyrireikararnir gleða seg til at bjóða fólk vælkomin at luttaka. Hetta er eitt tiltak, har runnið ella gingið verður úr Gásadali til Sandavágskirkju - ígjøgnum allar tær vøkru bygdirnar í Vágum.
- Hetta er eitt heildagstiltak, og tað er veitsludámur, tá Føroya vakrasta hálvmaraton verður sett í gongd. Rutan er einastandandi vøkur, og á túrinum er tónleikur, ymsastaðni eru playlistar og við skúlan í Sørvági spælir Sørvágs Tónleikarafelag, og Sámal Ravnsfjall fer at syngja uttan fyri Magn.
Fyrireikararnir vísa á, at útikonsert verður við Herborg á Torkilsheyggi uttan fyri Betri, sum eisini fer at bjóða kaffi og kaku. Hetta gevur eisini bygdafólki í Vágum møguleika at fara út ein túr, njóta góða veðrið og løtuna - og stuðla teimum sum renna og ganga langa teinin.
Stívliga 700 luttakarar fara at ganga ella renna til #FVHM í ár.
- Luttakarafjøldin er fjølbroytt - heilt frá ídnastu rennarunum, sum Føroyar hava til tey, sum njóta ein gongutúr og allar variatiónir har ímillum.
Lagt verður aftrat, at her fara fleiri arbeiðspláss at luttaka, bólkar av vinfólki og so framvegis. Eitt ávíst luttakaratal eru útlendingar, og hetta setir eisini sín dám, tá tú kemur móti málinum við flaggrøðini, sum Vága kommuna setur upp á hvørjum ári.
- Á málinum samlast nógvir áskoðarar at taka ímóti, og har verður, eins og undanfarin ár, Myndaboksin at avmynda løtuna. Eftir hetta bjóðar Frælsi ein miðmála á Giljanesi við laksi frá Hiddenfjord.
Eins og undanfarin ár fara 100 krónur av luttøkugjaldinum hjá gangarum til Krabbameinsfelagið sum stuðlar, og rennarar kunnu eisini velja at lata til Krabbameinsfelagið.
- Berin, ið skipar fyri sorgarbólkum fyri børn, fær eisini nakað av stuðli frá tiltakinum.
Í samband við tiltakið, er Gásadalstunnilin stongdur frá klokkan 9.45 til 11.30, og Vatnavegur - frá omankoyringini til flogvøllin og til rundkoyringina við FK - verður stongdur frá klokkan 11.30 til 13.
- Frá klokkan 13 til 14 letur ein koyribreyt upp, har koyrt verður í konvoy, og her skipar Vága Bjargingarfelag fyri.
Tað er felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi, ið skipar fyri tiltakinum við dyggum stuðli frá vágafólki, sjálvbodnum felagsskapum og vinnufyritøkum, sum øll loysa eina ørgrynnu av uppgávum í sambandi við tiltakið.
Haraftrat stuðla kommunurnar í Vágum við eitt nú at seta upp fløgg, skelta og mangt annað.