Maðurin lá avdottin á vegnum, tá løgreglan skuldi hjálpa manninum heim, gjørdi hann mótstøðu og royndi at bíta eitt løgreglufólk. Tað er brot á grein 21 í revsilógini – og sjálvt um tað ikki eydnaðist manninum at bíta, so verður tað revsað líka hart, sum um tað hevði eydnast honum.
Nógv fólk var í býnum í nátt, men tað hevur tó ikki givið løgregluni stórvegis arbeiði. Í norðurøkinum var ein maður handtikin og skuldsettur fyri harðskap, eftir at maður og kona fóru til hendurs.