Tann fyrsta juli skal trupulleikin við larmi frá skipum, verða loystur. Tað ger Helgi Abrahmansen, landsstýrismaður í vinnumálum greitt í dag.
Fráboðanin í dag kemur eftir at fleiri fólk enn einaferð hava kært sína neyð um at fáa ikk náttarfrið fyri larmi. Landsstúrismaðurin staðfestir, at tað skal bera til at arbeiða á havnaløgunum - tað skal eisini bera til at liva og sova í friði heima hjá sær sjálvum.
– Vit fara ongantíð at fáa ljóðleysar havnir, men vit mugu gera alt hvat vit kunnu, fyri at ljóðið verður so avmarkað, at tað ikki er til ampa fyri fólk í grannalagnum, sigur hann.
Hann ásannar, at trupulleikin við óljóði frá skipum, hevur staðið við í alt ov langa tíð, men nú verður ein loysn setast í verk.
– Eg havi arbeitt við málinum í longri tíð og í hesum sambandinum hevur ein kunngerð verið til hoyringar. Og endamálið við kunngerðini er, at frá 1. juli skal mark verða fyri, hvussu illa skip kunnu larma, sigur Helgi Abrahamsen.