Tað segði Annika Olsen, tingkvinna Tjóðveldis, sum hevur verið partur av fylgibólkinum í sambandi við Suðuroyartunnilin, tá semjuskjalið varð undirskrivað í Tinganesi í morgun.
– Tað er í tøkum tíma, at vit gera Suðuroyartunnilin, so vit fáa knýtt Suðuroy tættari at meginøkinum. Tað er ein grundleggjandi fortreyt fyrk,at hon yvirhøvur kann yvirliva, segði Annika Olsen, samstundis sum hon takka fylgibólkinum.
– Vit mugu tora at taka neyðugu stigini fyri at gera tað møguligt, at tað eisini skal vera liviligt í Føroyum um 50 og 100 ár. At byggja hendan tunnil, sum er tann størsti av sínum slag í Evropa, er partur av vælferðarsamfelag okkara. Vit síggja, hvussu nógv meira framkomnar Føroyar eru enn onnur oyggjasamfeløg, sum eitt nú Hetland, Orknoyggjar og Áland, segði Annika Olsen.