Í Týsklandi eru nú 100.000 deyð við koronu

Við 351 andlátum við koronu seinasta samdøgrið fer ES landið við hægsta fólkatalinum um 100.000 andlát við koronu.

 

Fleiri enn 100.000 fólk, sum eru smittað við koronu, eru deyð í Týsklandi, har tað búgva 83,8 milliónir fólk.

 

Tað sæst í tølum frá Robert Koch Instituttinum í gjár.

 

Síðani dagføringin kom gjáramorgunin eru 351 fólk afturat deyð. Tí er talið av deyðum við koronu nú komið upp á 100.119.

 

Stovnurin ger dagligar uppgerðir yvir koronustøðuna í Týsklandi.

 

/ritzau/