Tíðindaskriv, Landsbanki Føroya:
Ávísin hjá byggivinnuni er triðja hálvárið á rað fallin, og er í seinastu konjunjkanningini farin niðurum miðal. Byggivinnan er serliga viðkvom fyri sveiggjum í búskapinum, tí hon er tengd at íløguhuganum hjá bæði almennum og privatum aktørum. Vinnan hevur tó verið ávirkað av bæði covid-19 og síðani rentuhækkingum og høgum tilfarsprísvøkstri.
Byggivinnan boðar frá færri bíleggingum. Ordrabøkurnar eru sambært seinastu kanning 10 mánaðir, ið er ein lækking á 3 mánaðir samanborið kanningina í juni 2024. Harumframt væntar byggivinnan, at arbeiðstørvurin verður minni komandi árið.
Handilsvinnan er hinvegin meira bjartskygd, enn í undanfarnum kanningum. Handilsvinnan gevur eitt innlit í keypiorkuna hjá húsarhaldum og hjá fyritøkum. Ávísin hjá handilsvinnuni er í seinastu kanning av konjunkturbarometrinum hjá Hagstovuni øktur nógv síðani á sumri 2024; frá 4 til 13.
Tænastuvinnan er somuleiðis meira bjartskygd; gongdin í tænastuvinnuni hevur verið betri í seinastuni, og samlaði eftirspurningurin er vaksin. Tænastuvinnan fevnir um eina breiða viftu av fleiri vinnugreinum, alt frá flutningsfyritøkum, matstovu og hotellvirksemi og aðrar tænastur sum eitt nú grannskoðanarfyritøkur og advokatskrivstovur. Sambært nýggjasta konjunkturbarometri fer ávísin hjá tænastuvinnuni frá -8 upp til 9, ið er yvir miðal. Gongdin í tænastuvinnuni hevur verið betri í seinastuni, og samlaði eftirspurningurin er vaksin.
Tilfeingisvinnan er bjartskygd um framleiðsluna. Ávísin fyri tilfeingisvinnur og annan ídnað er farin úr -33 upp í -3. Hóast hetta er undir miðal, so er tilfeingisvinnan og annar ídnaður væl meira bjartskygd í nýggjastu kanningini. Bíleggingarnar eru fleiri og vinnan er meira bjartskygd um framleiðsluna komandi árið, enn í seinastu kanning. Harumframt er goymslan minni enn í seinastu kanning.
Orsøkin til, at væntaða framleiðslan veksur, stavar helst frá, at alivinnan veksur munandi um framleiðsluna í ár og komandi ár. Framleiðslan hjá fiskivinnuni verður væntandi minni komandi árið, vegna minkandi kvotur, eitt nú fellur toskakvotan í Barentshavinum og kvotan av norðhavssild fer niður í eina helvt. Væntanirnar til søluprísir eru góðar, ið kann stava frá minkandi kvotum.
Mynd 1 Ávísin fyri ymiskar vinnur
##med2##
Kelda: Hagstova Føroya
Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.