Íbúðarbygningur fór í tvey

Bjargingarfólk hava fingið fleiri fólk út úr bygninginum, og fyrr í morgun vóru fýra fólk flutt á sjúkrahús

Í morgun arbeiðir sløkkiliðið í Haag í Niðurlondum við at sløkkja eld og leita eftir fólki í einum íbúðarbygningi.

 

Her hevur verið ein ógvuslig spreinging, og í løtuni vita myndugleikarnir ikki, hvør orsøkin er.

 

So hørð hevur spreingingin verið, at bygningurin, sum er í trimum hæddum, nærmast er farin í tvey. 

 

Eftir spreingingina kom eldur í bygningin, sum liggur í íbúðarøkinum, Tarwekamp, norðanfyri Haag.

 

Tað er niðurlendska ávísin, De Telegraaf, sum skrivar um hendingina.

 

Bjargingarfólk hava fingið fleiri fólk út úr bygninginum, og fyrr í morgun vóru fýra fólk flutt á sjúkrahús.

 

Sambært De Telegraaf eru fimm ella sjey íbúðir í bygninginum, og í løtuni er ikki greitt, um nakar framvegis er saknaður í leivdunum.

 

Sagt verður, at fleiri fólk kunnu hava verið í bygninginum, tá spreingingin var, men greiða er ikki fingin á hesum enn.

 

Borgarstjórin í Haag, Jan van Zanen, sum hevur verið á staðnum í morgun, takkar bjargingarfólkunum fyri gott arbeiði.

 

Heitt verður á fólk í grannalagnum um at lata hurðar og vindeygu aftur, so tey ikki gerast roykeitrað.