Dánjal og ÍBV leiktu javnt í Mosfellsbær

Verandi íslendsku meistararnir máttu taka til takkar við javnleiki á útivølli í kvøld

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir hjá verandi íslendsku meistarunum, ÍBV spældu í kvøld á útivølli í Mosfellsbær uttan fyri Reykjavík móti Afturelding í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Dysturin endaði við javnleiki 30-30. Arnór Viðarsson skoraði til 30-29 til ÍBV tá ein minuttur var eftir at leika. Afturelding javnaði so til 30-30, og í næsta álopinum misti ÍBV bóltin til mótstøðuliðið. Men tað eydnaðist ÍBV at yvirliva tað seinasta álopið, og so fingu teir eitt stig við sær aftur til Vestmannaoyggjarnar.

 

ÍBV er nummar fýra í deildini við sjey stigum fyri seks dystir.

 

Dánjal skoraði trý mál fyri ÍBV í kvøld.

 

Dánjal og liðfelagarnir í ÍBV ferðast til Luksemborg í morgin fyri at spæla tveir dystir móti Differdange í øðrum umfarinum í European Cup. 

 

Fyrri dysturin, ið tekniskt er heimadysturin hjá ÍBV verður spældur komandi leygardag klokkan 16.30. Seinni dysturin verður leiktur dagin eftir, sunnukvøldið klokkan 18.