ÍF ætlar sær ikki at spæla leygardag

Felags fyri tey bæði, sum í dag hittast í Fløtugerði er, at úrtøkan síðani summarsteðgin hevur verið soltin

Fyrsti dystur í 22. umfari verður seinnapartin í dag, tá ið ÍF fær vitjan av 07 Vestur.

 

Felags fyri ÍF og 07 Vestur er, at úrtøkan ikki hevur verið stór síðani summarsteðgin.

 

Ólavsøkudag vann ÍF 2-1 ímóti TB. Síðani hevur ÍF tapt fimm ferðir á rað við málmuninum 5 – 21.

 

Í ólavsøkuumfarinum vann 07 Vestur 3-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Síðani hevur 07 Vestur vunnið 3-2 á útivølli ímóti B68 og tapt 1-0 á heimavølli ímóti B68 og spælt tríggjar ferðir javnt. Á heimavølli ímóti B36 og í Klaksvík vóru vunnin stig, meðan javnleikurin á heimavølli ímóti EB/Streymi var eitt vónbrot.

 

Meðan 07 Vestur við 31 stigum er á fimta plássi og er á veg ímóti besta avrikinum nakrantíð í bestu deildini, so snýr dagsskráin í Fuglafirði seg um niðurflyting, og um tað í 2024 verður leygardagsfótbóltur í næstbestu deildini í Fløtugerði, ella um ÍF aftur í 2024 verður í bestu deildini. ÍF hevur 12 stig, og tað eru fýra stig fram til TB á áttanda plássi.

 

Tá ið ÍF í síðsta dystinum undan landsliðssteðginum tapti 1-0 í Gundadali ímóti B36, segði Alex Jovevic seg vera nøgdan við hugburð og avrik hjá sínum monnum, og hann vónaði, at tað fór at síggjast aftur í næsta dystinum, sum so verður í dag ímóti 07 Vestur.

 

ÍF liðformaðurin og álitið í miðverjuni Karl Løkin er leikbannaður. Jóhann J. Højbro er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður ímóti B36. Pól Jákup Lundsbjerg er tøkur aftur eftir skaðasteðg.

 

Hjá 07 Vestur eru allir spælararnir tøkir. Eisini miðvallarin Høgni Egilstoft Nielsen, sum var leikbannaður, tá ið tað á heimavølli endaði 1-1 ímóti EB/Streymi.

 

Í fyrsta umfari vann 07 Vestur 1-0 á heimavølli ímóti ÍF, og í 12. umfari vann 07 Vestur 2-1 í Fuglafirði.

 

ÍF – 07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 15.00.

 

201811511455
B36211614461749
HB211524571747
Víkingur211335522042
07 Vestur21948343231
EB/Streymur206212223720
B68214611213718
TB214413134616
ÍF214017195812
AB213117165310