ÍF keypt málverja

ÍF hevur keypt avloysaran hjá Jákupi Mikkelsen úr MB

37 ára gamli Predrag Markovic verður máverji hjá ÍF til komandi kappingarár. Tað boðar heimasíðan hjá felagum frá í kvøld. Predrag gjørdi annars nýggjan sáttmála við MB fyri kortum.

 

Farna kappingarár var Predrag Markovic ein av høvðusorsøkunum til, at MB flutti upp í 1.deild. Hóast er komin nakað upp í aldurin fyri ein fótbótlsspælara, so bilar tað einki fyri serbiska málverjan.

 

Jákup Mikkelsen hevur endaliga veittrað aktivu fótbóltsyrkisleiðini farvæl og ÍF hevur leitað eftir einum avloysara. Hetta er so komið upp á pláss í kvøld. ÍF hevur í ár fingið tilgongd av Adeshina Lawal, Andy Olsen, André Olsen og Sjúrða Jacobsen, umframt at Alexandar Jovevic verður nýggjur venjari.