ÍF liggur væl á kósini

1. DEILD: Fýra ymiskir málskjúttar vóru, tá ið fuglfirðingar í Fløtugerði vunnu stórsigur ímóti KÍ

Mynd: Undrið FF

Fyri fjórðu ferð á rað fóru fuglfirðingar av vøllinum við fullari úrtøku. Trivaligi 4-0 heimasigurin ímóti teimum næstbestu hjá KÍ ber við sær, at ÍF nú bara er eitt stig aftanfyri toppliðið TB. ÍF hevur spælt ein dyst færri enn TB. Talan er um útsettan dyst á útivølli ímóti B71, sum er settur at vera týsdagin 6. september.

 

Tá ið ÍF liðformaðurin Karl Løkin miðskeiðis í fyrra hálvleiki fór av vøllinum og Jan Ó. Ellingsgaard loysti hann av, var støðan 2-0. Rúnar Joensen átti uppleggið, tá ið Hans Jákup Lervig eftir knappliga eitt korter setti hol á, og tríggjar minuttir seinni økti Aron Kensson um leiðsluna til 2-0 eftir hornaspark. Hetta var níggjunda málið hjá Hans Jákup Lervig, sum er toppskjútti hjá ÍF, og hetta var fyrsta málið yvirhøvur hjá 18 ára gamla Aron Kensson í næstbestu deildini.

 

12 minuttir eftir steðgin økti Gundur E. Petersen um munin til 3-0. Tá átti Tóri Nolsøe Olsen uppleggið, og Tóri Nolsøe Olsen staðfesti 4-0 sigurin, tá ið tað restaðu sjey minuttir. Jóhann J. Højbro átti uppleggið. Gundur E. Petersen hevur skorað sjey mál í landskappingini, og hetta var aðru ferð, at Tóri Nolsøe Olsen var málskjútti. Fyrsta málið skoraði hann sunnudagin, tá ið ÍF vann 2-1 á útivølli ímóti Undrið FF.

 

Felags fyri bæði liðini var, at tað bara vóru lokalir spælarar á vøllinum. Á KÍ liðnum plaga at vera spælarar, sum ofta eru á listanum hjá besta liðnum. Soleiðis var tað ikki í dag. Tað man komast av, at tað verður hildið neyðugt at hava allar í besta hópinum tøkar í morgin, nú tað er so stutt millum Europa dystin hóskvøldið og landskappingardystin á Argjum í morgin.

 

Næsti dysturin hjá ÍF verður um eina viku á útivølli ímóti NSÍ.

 

Næsti dysturin hjá KÍ verður um eina viku á útivølli ímóti HB.

 

Mynd: Undrið FF