ÍF vann mansfinaluna

Dysturin endaði 3-0, men settini vóru kortini tøtt.

Mansfinalan ímillum ÍF og SÍ er júst liðug. Í landskappingini er SÍ oddalið og heili 15 stig frammanfyri ÍF, men kortini var tað ÍF, sum vann greiðan sigur - um hugt verður endaliga úrslitinum.

 

ÍF vann nevniliga 3-0. Tó var talan um spennandi dyst, tí at settúrslitini vóru 25-23, 25-23 og 26-24

 

Hetta var triða flogbóltssteypafinalan, sum er blivin spæld í dag. Sermerkt er, at SÍ hevur tapt allar tríggjar higartil.

 

Dagsins leikarar gjørdust Ólavur Jensen hjá SÍ og Bárður Jacobsen hjá ÍF.