IFS: Trupult ár hjá Atlantic Airways

Íslendska greiningarfyritøkan IFS, hevur nú gjørt metingar fyri gongdina hjá føroysku listaðu feløgunum á virðisbrævamarknaðinum fyri annan ársfjórðing 2010. IFS sigur um Atlantic Airways, at útlitini fyri 2010 hjá Atlantic Airways eru blandað og IFS metir, at 2010 verður eitt trupult ár fyri flogfelagið.

IFS vísir á, at Rutuflúgvingin er meira jøvn, tó at inntøkan eisini á hesum marknaði er fallin nakað.

Men hóast nettosølan minkar, so metir IFS at úrslitið áðrenn rentur, avskrivingar og skatt veksur, samanborið við annan ársfjórðing 2009. Hetta tí at IFS metir, at meðal vinningurin fyri hvørja flúgving hjá Atlantic Airways veksur.

Eisini er oljuprísurin á einum rímuligum støði.

IFS metir, at Atlantic Airways fær eitt hall eftir skatt á 1,4 mió. kr. fyri annan ársfjórðing í 2010, og hetta er íroknað eina negativa ávirkan á inntøkuna við umleið 5 mió. orsakað av eldgosinum í Íslandi í apríl í ár.

Fyri alt árið metir IFS, at Atlantic Airways fær eitt hall á góðar 8 mió. kr.