Ólavur Hátún
----------
Til framførslurnar av Jólaoratorium J.S. Bachs í november var prentaður skáarbóklingur, har kórið tó onki navn hevði. Havnarkórið hevur í seinni árum havt sum siðvenju at framføra størri tónleikaverk saman við solistum og orkestri og skipaði nú eisini fyri ; men hesaferð eins og í fjør og onkuntíð áður var luttøkan úr øðrum kórum so fjølment - av teim sjeytifimm sangarunum vóru teir tríati uttanífrá -, at talan meira var um eitt felagskór, sum kundi havt itið t.d. Jólaoratoriikórið 2012.
Hendan veruleika vilja vit fegin gera vart við, nú framførslurnar í novembur – í bestu meining – tvær ferðir í kringvarpinum hava verið lýstar og umtalaðar sum tiltak hjá Havnarkórinum burturav.
---
Streingir, ið tóna
Í ár verða 100 ár liðin, síðan Føroya Fólks Sangbók kom út á fyrsta sinni. Hetta mentanarliga vegamót mundi vera høvið til tað sera áhugaverdu sjónvarpssending við heitinum omanfyri, sum vit fingu at uppliva nakað fyri jól, har viðurskiftir og hugsjónir kring nætseinasta aldarskiftið vórðu lýst so livandi og gevandi, sum bara Suni Merkisstein dugir at gera tað.
Aðalstrongurin, ið tónaði gjøgnum hesa mentanarsending, var nr. 1 í sangbókini: tjóðsangur okkara “Tú alfagra land mítt”. Í hesum sambandi hevði Suni leitað upp ymisk fólk til prát, har okkara megintónaskald Sunleif Rasmussen tónleikaliga mátti vera tann munamesti. Forvitnisligt var tað, tá hann gav seg til at gera eina bygnaðarliga og listarliga meting av lagnum hjá Peturi Alberg; men tá hann lýsti Hans J. Højgaard at hava broytt lagið og tað til tað verra, mundu fleiri við mær hvøkka við.
Soleiðis sum eg kendi Hans Jakku, var tað mær óhugsandi, at hann skuldi hava gjørt seg inn á tjóðsangin. Fekk tí eisini eftirkannað og váttað, at so er ikki: Í skúlasangbókini hjá J. Waagstein frá 1949 stendur lagið noterað júst soleiðis, sum H. J. Højgaard hevur tað í sínari útgávu. Hetta var Sunleif, sum skilst, ikki greiður yvir, og honum er tí onki at kasta fyri í hesum mistaki.
At sjónarmiðini um tjóðsangin kunnu vera ymisk er tó eitt annað mál.