Lesnaður
Tá ið hann er fermdur siga foreldrini við hann, at hann má leggja av at sita og lesa yrkadagar, og at hann í staðin skal leggja seg eftir onkrum nyttugari, so hann kann lívbjarga sær í bygdini. Útbúgving kann tað ikki vera talingur um, bæði tí at pengar skulu til, og tí at heilsan er so vánalig: »Henda samrøða við foreldrini beit seg so fasta í meg, at tað er ikki at siga frá. Eg fataði hana so, at tey hildu eg var ikki rætt siktaður, at eg nyttaði einki til nakað. Tað var ikki lætt at taka, enntá sjálvan fermingardagin«.
Hetta er ikki seinasti stoyturin, frásøgumanninum verður fyri, men hann stríðir seg ígjøgnum. Langt umsíðir fær lesarin at vita, at tað er eitt magasar, sum ger høvundinum somikið fortreð, og at orsøkin er skeivur kostur. Við vegleiðing og røttum kosti er hann einki øðrvísi enn onnur. Tá ið høvundurin eftir lokna útbúgving vitjar heimbygdina, áðrenn hann skal taka við starvinum í Havn, hevnir hann seg. Bygdarmenninir bjóða honum vælkomnum, og hann svarar speiskliga: »Jú, takk fyri tað. Men tit vita væl, at eg eri so latur, at eg fari skjótt avstað aftur, tími ikki at ganga her fyri einki rættiliga leingi«.
Foreldrini dylja ikki á nakran hátt, hvat ið tey halda um bøkur og lesnað: »Ja, [...] tekur tú ikki betri partar fyri teg, verður tú sum skyldmaðurin, Símun í Gomlustovu. Hann las seg heilavillan og varð ein ónytta í lívinum«. Hvørja ferð, hann nærkast einari bók, eru foreldrini á kroppinum á honum: »Nú, stakkalur, leggur tú teg við bókini, fer tú ikki heldur at spinna eina løtu?...« Tann áðurnevndi maðurin, sum hjálpti honum til skips, fortelur, at foreldrinum hjá honum hava arbeitt so hart við garði og jørð, at tað er ikki lívsmegi til annað. Tí skilja tey ikki, at sonurin vil lesa og læra.
Bygdarfólkið hevur heldur einki álit á Heðini Brú, men sambært tað nevnda mynstrið, mugu tey lúta og viðganga, at tey fóru skeiv: »vit harmaðu foreldur tíni, tí tú sat bara og las, legði einki í hvussu tey royndu at rætta upp á teg. Men nú hoyri eg, tær hevur gingið væl á útiferðini, hóast tú fekk onga hjálp heiman. Ja, tað er ein smeitur fyri okkum øll, sum stóðu ímóti tær«.
Men tað eru minni enn so øll, sum vilja bakka so langt: »Ja, ja, tú sat og las í uppvøkstrinum, í staðin fyri at hjálpa pápa tínum. Men nú er úrslitið gott, tú fær eitt lívsbreyð burtur úr lestrinum. Øðrvísi við vinmanninum hjá tær, Klæmuti. Hann las frá vøggustokkinum og lesur enn. Hvat hevur hann fingið burturúr?«
Hugburðurin er ikki ólíkur honum hjá Ketilskonu í »Feðgum á ferð«. Heldur ikki hon vil lúta fyri nýggju tíðini.
Kenslan av at vera órættaður er stór, og hóast tað nógva staðni í »Endurminningum« verður varpað ein glæma av mildni yvir tær gomlu hendingarnar, so verða tær ongantíð gloymdar.
Humor og angist
Humorin hjá Heðini Brú vísir seg á ymiskan hátt í skaldskapinum, m.a. við at hann lýsir, hvussu børn ikki abstrahera, men fata tað, fólk siga, bókstaviliga. Hetta slagi av humor finst t.d. í tí yndisligu, lyrisku søguni »Emanuel«, men kemur í hæddina í byrjanini av »Endurminningum«. Tá ið umhvørvi og hendingar skiljast heilt bókstaviliga av einum smádrongi slepst ikki undan, at tey fáa ein skemtiliga dám. Og tá ið hann ikki fær nakra reiðiliga frágreiðing upp á tað, hann spyr um og noyðist at gera sína egnu, eru vit ofta í komikkinum. Smádrongurin fær frá mammu síni at vita, at hann má ikki signa hundin, tí hesin er heiðin: »Eftir sat eg og grundaði yvir, hvat tað var at vera heiðin, kom til, tað var at hava hala, fann mær so okkurt at binda upp á meg til hala, gekk síðan málmikil um roykstovuna og spældi heiðin«.
Heilaga andan fatar drongurin soleiðis: »Uppi yvir Gud faðiri á myndini var ein dúgva, tað var heilagi andin. Hann sá eg á bønum viðhvørt, men síðani visti eg einki um hann soleiðis«.
Bókin er annars gjøgnumsúrgað av tí eyðkenda varliga humorinum hjá høvundanum, sum hendingaferð verður til barokkar leikir.
Barnaheimurin verður minni enn so bara lýstur á tann skemtiliga bógvin, angistin ger eisini skjótt vart við seg. Tá ið drongurin fýra ára gamal liggur við meslingum, er hann so ófriðarligar, at systirin finnur uppá »rulkin«, sum bítir børn, ið liggja og rópa í seingini: »Við rulkinum kom tað illa og hættisliga inn í mína barnatilveru. Hóast hetta byrjaði so meinaleyst og í spølni, kom tað tó at hava stórar avleiðingar«. Fleiri ár eftir hetta ríður rulkurin honum sum marran, og ikki fyrr enn mamman sigur við hann, at rulkurin er ikki til, at tað bara er nakað, tey hava lokkað fyri honum, tekkist ein ljósari heimur:
»Eg siti einsamallur eftir undir sólheita vegginum, heilt ovbyrjaður av hesum, mamman hevði sagt. Rulkurin var ikki til, segði hon. Og eg hómaði ein nýggjan himmal og eina nýggja jørð, var eisini ógvuliga ovfarin, at tey vaksnu høvdu lokkað fyri mær. Aldri var tað komið mær í hug, at tey kundu lokka soleiðis«.
Sannførdur er drongurin kortini ikki, og mamman má fullvissa hann um, at tað passar, at tey hava logið, og somuleiðis, at tey ikki hava logið um Gud, einglarnar, illamann og teir illu andarnar. Hóast drongurin kennir ein ómetaligan lætta, so er ótryggleikin komin inn í heimin. Fyrr var einki mark í hansara verð - »Mark millum veruligt og óveruligt lív var ikki til« - men nú er heimurin broyttur. Tað sjálvsagda í tilveruni er horvið, tað er vorðið umráðandi at hugsa seg um.
Endurminningar
og skaldskapurin
Grundarlagið í øllum skaldskapi er onkursvegna egnar royndir, men í skaldskapinum hjá Heðini Brú kann tað tykjast serliga stutt ímillum upplivingar og skriving. Tá ið tú lesur »Endurminningar« heldur tú teg í heilum kenna temu og fyribrigdir aftur úr bókunum. Hvussu nær, Heðin Brú siglur veruleikanum, sæst av svarinum eg fekk, tá ið eg einaferð spurdi hann, hví støddin á garðinum ikki er nevnd í skaldsøguni »Tað stóra takið«: »Orsøkin er tann, at eg vil ikki peika beint á eitt vist hús í míni bygd. Nevndi eg støddina á hesum garði, var hann eitt eindømi í allari oynni«.
Á annan bógvin liggur tað nær at gera ein samanburð millum endurminningar og skaldskap, fyri á tann hátt at finna út av í hvussu stóran mun, høvundurin beinleiðis nýtir egnar royndir. Sjálvur segði hann einferð: »Eg skrivi helst fyri at siga frá míni bygd«. Á hin bógvin er tað áhugaverda í eini ávísan av samsvari millum ævisøgu og yrking ikki eyðsæð, tá ið eitt grundleggjandi forvitni er undantikið. Vónandi verður kortini ein glampi av ljósi varpaður yvir viðurskiftir millum lív og verk.
Tað er fyrst og fremst Høgna úr »Lognbrá-Fastatøkum«, lesarin kennir aftur í endurminningunum. Høgni er ikki Heðin Brú, men tað er nógv í umheimsfatan og upplivingum frá barnaárum og fyrstu ungdómsárum sum líkist. Longu frá fyrst av í »Lognbrá« meinar Høgni seg illa viðfarnarn, og Heðin Brú heldur seg eisini hava fingið í meira lagi oman yvir sín kropp: »Og at eg var eitt óargadýr, var einki at ivast í, so mikið var njelt á meg um dagarnar«. Men hann kennir ikki, mótvegis Høgna, at yngstu árini vóru ólukkulig - eydnuloysiskenslan kemur tó seinni -: »Hóast hetta ræðuliga víggið, sum stóð um meg mangt myrkt vetrarkvøld, stendur heimið í fyrstu barnaárunum fyri mær sum eitt fjálgt reiður«.
Fyrstu fjallaferðirnar hjá Heðini Brú og Høgna eru ógvuliga líkar, og eins og hjá Høgna broytist umheimsfatanin hjá Heðini Brú, eftir at hann hevur verið uppi á fjallinum, og hann reiðiliga skilir, at tað finst ein heimur uttan fyri heimbygdina.
Lýsingin av ódnarveðrinum í »Fastatøkum« og tann í endurminningunum eru ógvuliga líkar, og tað er uttan iva tann sami stormurin, sagt verður frá. Fyri Høgna fær ódnarveðrið tann avgerandi týdning, at hann verður varur við møguleikan fyri týning og tað fær hann at virðismeta lívið øðrvísi. Tað, sum áður vóru trupulleikar, hann ikki kundi vinna á, verður til týdningarleyst smáputl. Í »Endurminningum« verður tað sagt soleiðis
»Tað var sjálvt lívið, sum nú alt í einum stóð so ómissiligt og ljómaði fyri mær, sá tað mestsum frá í erva í dárandi ljósi og litum, hátt hevjað yvir allan gerandisdag. Nú dugdi eg ikki at fata, hví eg nakrantíð hevði kent hetta dýra lív sum eina byrðu, ið mær stóðst við og mangan hevði hug at kasta frá mær. Og eg lovaði so staðiliga, at eydnaðist mær at koma livandi burtur úr tí, sum nú leikaði á, skuldi eg aldri aftur lítilsmeta lívið, hvat ið síðani gekk á, og hetta havi eg trúliga hildið til henda dag«.
Hetta seinasta stendur sum ein samandráttur av lívsáskoðanini hjá Heðini Brú.
Hamskift vaksin
Tær fylgjandi skaldsøgurnar gera ikki so nógv vart við seg í endurminningunum, kortini koma einstøk brot fyri. Í grindadrápinum í »Feðgum á ferð« gerast friðarligir menn garvillir. Í endurminningunum eygleiðir drongurin tað, sum fer fram á rættini, og hann hevur ilt við at kenna menninar aftur:
»Mær var alt hetta so ófatiligt og ótrúligt. Somu menninir, sum gingu so blíðir heima í túninum, eymkaðu børnini, um tey beklaðu eina tuflu. Her hava teir verið og rikið neyðars seyðin úr fjara haganum í tronga, leggja so á hann við knívum at meinsla. Vit børn verða hartað, bert vit slíta eitt bein av einum grindalokki. Altíð er so nógv ófatiligt við teimum vaksnu«.
»Leikum fagurt« viðger spurningar, sum í høvuðsheitum verða lopnir um í endurminningunum, og hvat viðvíkur »Men lívið lær« og »Tað stóra takið«, so eru tað bara hendinga brot úr bygdarlívinum, sum lesarin ber kenslu á.
Ein partur av stuttsøgunum eru minningarbrot, meira og minni tilevnaði, og summi av teimum kennast aftur í »Endurminningum«: skúlatíðin (»Mín fyrsti skúladagur«), at barnið hevur ilt við at skilja ímillum yrking og veruleika (»Ovari vegur«), ein vinmaður í barnaárunum gerst blindur (»Hin langa náttin«), ein vognferð í Danmark, har høvundurin koyrir sum vitleysur (»Rennur og rennur foli mín«). Í endurminningunum fortelur høvundurin um ein dreym, har hann spælir og síðani berjist við eitt kópahøvd. Hann hevur jú aldrin sæð annað av kópi. Hetta fyribrigdi gongur aftur í tí mytisku søguni »Innidagurin«, har drongurin roynir at umskapa seg til ein kóp, men má lata sær lynda við høvdið, sum er tað einasta, hann kennir.
Í tí beisku søguni »Landnámsmaðurin« (hon stendur í Jólastjørnuni frá 1972) kemur frásøgumaðurin heim eftir at hava verið burtur í longri tíð og uppdagar, at húsini hjá foreldrunum eru niðurtikin av elsta beiggjanum. Sambært endurminningarnar byggir søgan í fittan mun á egnar upplivingar.
Hóast ein er varin
Tá ið ein rithøvundur skrivar endurminningar, roknar lesarin við, at tað á onkrum støði verður nortið við skaldskapin. Men Heðin Brú sigur næstan einki um sína skriving, bert hissini nevnir hann hana, og hon er aldrin evni í bókini. Grundin er ivaleyst hon, at endurminningarbókin í høvuðsheitum viðger tann unga Hans Jacob Jacobsen, áðrenn hann er vorðin rithøvundurin Heðin Brú. Fyrsta bókin verður nevnd, men um somu tíð broytast endurminningarnar, og ytri hendingar fáa meiri og meiri týdning, samsvarandi viknar tann ævisøguligi parturin. Har, sum ein umrøða av skaldskapinum natúrliga hoyrir heima í samanhanginum, broytir høvundurin kós, og lesarin verður sleptur upp á fjall við sínum forvitni.
Hóast tær mongu bygdarsøgurnar, ið koma út á føroyskum og tí mikla áhuganum fyri lívsssøgum annars, so er lítil ivi um, at trupulleikar eru við at skriva ævisøgu í okkara samfelag. Eg skal tí taka samanum við at endurgeva tvey brot hesum viðvíkjandi frá Heðini Brú. Tað fyrra er úr samrøðu við Bjarne Nielsen Brovst:
»-Havde jeg vidst, det var så svært at skrive erindringer, havde jeg ikke indladt mig på det.
-Hvorfor ikke?
-Fordi det, jeg gerne vil skrive, kan man ikke skrive, det kan jeg ikke godt lide... så skal man lade være... det bliver så kedeligt, når det skal være pænt. Jeg vil ikke såre nogen. Slægten lever måske«.
Tað seinna er úr brævi til Jógvan Isaksen: »Ikki ber til at skriva í einum lítlum samfelag, hóast ein er varin«.